Valfundurin kundi verið skipaður soleiðis, at valevnini fingu 2 minuttir at byrja við og so kundu borgarnir sett nakrar spurningar til valevnini, har øll valevnini fingu møguleikan at svara aftur ásetta spurningi.
Hetta burdi kundi latið seg gera, so borgarnir hjá Kunoyar Kommunu fingu at vita, hvat tey ymisku valevnini standa fyri. Eg havi so onki ímóti, at upplýsa hvat eg standi fyri og eri til dystin fús, um Borgarstjórin skipar fyri ein tílíkum tiltakið.
Men hvat siga hini valevnini - eru tit til dystin fús ..?
Jógvan á Høvdanum (Valevni hjá Lista A)