NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Tann allerseinasta sýningin í Spaniastovu

7/2/2016

Comments

 
Billede
Klaksvíkar Sjónleikarafelag sýnir framm fyri seinastu ferð sjónleikin Guitaristarnir í kvøld kl. 18. 00 í Spaniastovu, Klaksvík.

Keyp atgongumerki HER

Ria Tórgarð, sum hevur leikstjórna henda leik - fotelur soleiðis um leikarnir úr Guitaristunum:

"Takk fyri eina sera, sera, sera, sera góða sýning, tit. Fantastisk at sýggja, hvussu tit hava totalt tamarhald á karakterunum, áskoðarunum og allari sýningini. Og eru til staðar og ELSKA at vera á pallinum."

Billede
Rudolf Joensen sum hevur staðið fyri framleiðslu er eisini sera glaður fyri leikin og fólk hava fortalt fyri Rudolf, at hetta er ein tann besti sjónleikurin, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur sýnt og tað sigur heldur ikki heilt lítið um henda heldur løgna sjónleik. Rudolf sjálvur kann heldur ikki fáa nokk av Guitaristunum og hevur sæð henda leik eitt ótal av ferðum - og sigast skal at hann flennur enn eftir leikinum.

Les eisini: 
Guitaristarnir fær sera góð ummælir

Gunnvør Joensen sum mangan hevur staðið á palli og kennir sítt yrki innan sjónleik, segði soleiðis um leikin eftir sýning: "Stríddu okkum í gjár í kava og hálku úr Nólsoy til Klaksvíkar til sjónleik. Og tað var alt stríðið vert. So heilt víst. Væl upplagdir leikarar - stuttlig framførsla - svartur humor. Væl arbeitt við lýsingini av persónunum í leikinum, flott øll fýra. Takk fyri í gjár, Klaksvíkar Sjónleikafelag."

Eisini hava fólk verið frá Kringvarpinum og givið rós og eitt nú Snorri Brend hevur eisini ummælt leikin: "Mítt besta viðmæli ... Eri júst afturkomin úr Spaniastova, har eg og konan hava sæð henda ótrúliga væl spælda leikin. Tær 4 typurnar og teir 4 leikararnir spæla so væl, og duga so væl at lýsa seg sjálvan, - ja, at eg eru simpelthen troyttur í láturmusklunum: Tað krevur sín mann at skula flenna í samfullar 90 minuttir, men soleiðis var tað bara. Leikurin verður spældur aftur fríggjakvøldið kl. 21:00. Vilt tú síggjan góðan sjónleik, so: FAR!!!"

Og í kvøld kl. 18.00 er also tann ultimativa seinasta sýningin av Guitaristunum í Spaniastovu á hesum sinni og vilt tú hava eitt øðrvísi & stuttligt upplivilsi í kvøld, so er onki at ivast í - men at koma til hesa "one of a kind" sýning. Hetta er endabresturin, tit og í kvøld fer Spaniastova at kóka við látri.

Klaksvíkar Sjónleikarafelag letur heilsa frá sær og takkar øllum, sum hugt hava eftir hesum leiki í Spaniastovu, sum veruliga er ein karmur innan føroyska mentan í Klaksvík. Vit gleða okkum, at síggja teg í kvøld í Spaniastovu. Billettir kunna keypa við dyrnar - ein tíma undan sýning, men vilt tú veruliga bíða so leingi ..? Tí tað kann vera útselt, áðrenn tú veit av - passa einans 90 fólk inn í Spaniastovu, soooooe ... Sikra tær heldur eina billett á http://www.atgongumerki.fo/. Síggjast í kvøld, tit!

JáH (y) 07.02.2016

Billede
Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.