NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Gulla Øregaard ummælir Guitaristarnir

19/2/2016

Comments

 
Billede
Guitaristarnir hava verið á palli í Sjónleikarahúsinum. Tey vóru ikki einsamøll!

Les eisini: Guitaristarnir fær sera góð ummælir

Les hvat Gulla Øregaard skrivar um leikin:

Leikur eftir Line Knutzon og Jens Helleman er av slíkum slagi, at tú veitst ikki um tú skal taka hann fyri fult, ella um talan einans er grovt skemt. Eg valdi at ímynda mær at hoyra poesiin aftanfyri tað  ógvusliga. Løgin leikur.

Leikurin tekur støði í, at vísusangarin og tólvtónakunstnarin John Hansen er deyður.Umhvørvið rundan um hann er í sjokk, og fýra trúfastir fjepparar gera av at halda eina minniskonsert frammanfyri víðagitnu húsini hjá John Hansen, sála.

Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur við hesum leiki tora at farið umborð á danska dramaturgi av nýggjum slagi, sum liggur nokso langt frá føroyskum huglagi.

Í stuttum er leikurin ein farsa yvir tey, sum fáast við sang og perfomance, og her verður ongin spardur. Onki minni enn heilt út kantin, og so niðurav, fyri síðani at fáa leikgongdina aftur á beint.

Eg upplivdi eitt ynski um at lurta væl fyri at fáa samanhang, men eg møtti einum absurditeti, har tað besta eg kann siga er, at tað kendist sum ein avanserað roynd at forklára tað ikki skilvísa.

Leikararnir gjørdi sítt ítarsta, men teksturin er veruliga fyri víðarikomin at tulka til eina vanliga søga og leikgongd. Eg rokni við, at her var eitt tilvitað val gjørt um ein stíl, sum skuldi avmynda okkara, í førum, høpusleysa gerandisdag.

Høgni Olsen sum Grækaris hevði fleiri framúr góðar stuttløtur , har hann fekk víst sínar
sjónleikaraførleikar og eisini sína góðu sangrødd.

Jógvan á Høvdanum sum Ívaldur fekk víst, at hann gjøgnum guitarspæl, sang og rættuliga flott mimespæl bæði fekk pallin at detta sundur, men eisini sum savnandi leikari í spælinum.

Sára Skarðenni fyllir væl sum Greta, men hjá henni írestaði í støðum at stýra røddini í talu, meðan tað gekk henni væl at syngja. Tá kom karakterurin væl fram.

Eva Maria B. Bláhamar sum Kim hevði sama trupulleika, at orð duttu út, tá ið skjótleikin varð ov høgur , meðan sangrøddin ljómaði frítt bæði í ljóði og framburði. Eisini vísti hon evni at arbeiða á palli.

Búnar og pallur vóru dekan og spraglit. Eg hevði ilt við at tíðarfesta leikin. Saknaði ein stíl , so leikararanir fingu hjálp á flata pallinum . Leikmyndin var í so óruddilig.

Sjónleikarpallurin í Sjónleikarhúsinum var ikki hin besti, tí hann liggur so høgt frá góllvinum. Eg kann hugsa mær, at Spaniastova hevur havt ein intimitet, sum hesin leikur hevur brúk fyri.

Stuttligt og forkunnugt at síggja hetta slag av leiki. – Vil avgjørt viðmæla fólki at fara í Sjónleikarhúsið at síggja nútímans leik í føroyskari tulking. Ria Tórgarð hevur leikstýrt.


Guitaristarnir vera í Sjónleikarahúsinum í Havn hesar tíðir afturat:

Í kvøld (eftir Gekkin) Kl. 21.00
Leygardagin Kl. 20.00
Sunnudagin Kl. 18.00

Sjá annars brellbita av sjónleikinum niðanfyri:

JáH (y) 19.02.2016

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.