Tað hevði verið ynskiligt, at so mong fólk, sum møguligt høvdu møtt upp til henda Aðalfund. Til ber eisini, at gjalda limagjald á fundinum, sum er áljóðandi 100 kr.
Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur í seinastuni staðið aftanfyri leikir sosum: Guitaristarnir, Landastrokið, Syndarlig Jól, Buldralig Jól, umframt at nógv hevur verið gjørt burturúr dramaskúlanum.
Har umframt, so skal eisini tosast um komandi Norðoyastevnuteitið, sum stendur fyri framman og er hetta nakað, sum hevur áhuga hjá tær, so ert bert at møta upp til fundar. Vit gleða okkum at síggja teg.
Jógvan á Høvdanum (yngri) 13.03.2018
- Skrivari hjá Kl. Sjónleikarafelag