Fjórði partur av røðini Guð signi Føroyar verður sostatt ikki at síggja fyrr enn hóskvøldið 5. apríl og tá kemur hesin partur at snúgva seg um kirkjulívið.
Tað virkar eitt sindur løgið, at tað brádliga steðgar upp uppá henda mátin og orsøkina fáa vit heldur ikki ordiliga greiðu uppá heldur. Á heimasíðuni hjá KVF stendur skrivað, at orsøkin er tí, at tey eru komin í helvt við sendingunum og tí verður bíða við hinari helvtini ..?
Sikkurt er tað tí, at tað stendur nógv uppá spæl hjá KVF - og at tey kanska ikki hava hugsað um Páskini, sum trúgvandi føroyingar taka rættiliga nær til sín - men lat tað nú vera ósagt, hví so er - tí lat okkum nú bara fáa frið á Páskum, alright ..?
JáH (y) 13.03.2018
RSS Feed