Har afturat, so bleiv Sony Pictures hackað og fleiri upplýsingar komu út - har tey meta, at tað vóru hack'arar úr Norður Korea, sum framdu álopi á Sony Pictures.
Útyvir tað - so kann ein gott siga, at leiðarin úr Norður Korea, Kim Jong Un, ongantíð ordiliga er komin yvir satirufilmin The Interview - tí líka síðan 2014, so hevur Kim skotið upp royndarrakettur fleiri ferðir um árið og enntá sagt við fjølmiðlar, at nú hava tey úr Norður Korea atomvápn sum røkka alla leið til Amerika.
Núverandi amerikanski forsetin Donald J. Trump hevur alment boða frá, at hann hevur planir um at fundast við leiðaran úr Norður Korea í mai í ár - og verður tað fyrstu ferð í søguni, at ein amerikanskur forseti torir at seta slík stig fyri sítt land. Um nakar veruligur fundur verður ímillum hesar báðar - kemur tó tíðin at vísa.
JáH (y) 11.03.2018
RSS Feed