Hetta er sostatt tann fyrsti tatoverings-handil í Føroyum og longu nú hava tey úr at gera við tatovera føroyingar, veit Skibenæs at siga frá.
Sjá klipp úr Dagur & Viku HER
JáH (y) 26.01.2016
Dagur & Vika visti ígjár at siga frá, at ein nýggjur Tato-handil er opnaður í Havn, har tú kanst tú tær eina tatovering gjørda av Terja Skibenæs. Hetta er sostatt tann fyrsti tatoverings-handil í Føroyum og longu nú hava tey úr at gera við tatovera føroyingar, veit Skibenæs at siga frá. Sjá klipp úr Dagur & Viku HER JáH (y) 26.01.2016 Norðoya Portalurin er farin í kapping ímóti Portalinum, heimasíðuni hjá Norðlýsinum og Vága Portalinum - tí nú er vitjurnartalið hjá Norðoya Portali komið uppá 13.600 um dagin og góðar 95.200 vitjurnar um vikuna. Kanska serliga hava vit lagt dentin á Norðoya Portali, at vit ikki skula skriva somu greinar, sum allir hinir portalarnir skrivað um - og hetta hava so fleiri av okkara trúðføstu lesarum givið okkum rós fyri. So hevur tú eina fyritøku og vilt hava eina bíliga lýsing, sum røkkur til 13.600 lýsarar um dagin, so er at lýsa hjá okkum - og finnur tú okkara lýsingarprísir HER JáH (y) 26.01.2016 Til frumframførsluna er longu útselt til sjónleikin Guitaristarnir, sum Line Knutzon hevur skrivað. Hesin leikur er eitt upplivilsi fyri lívið og heilt sikkurt nakað, sum tú ikki hevur sæð ella hoyrt fyrr á føroyskum palli. Her er skemt, gaman, álvara og sangur fyri allar pengarnar. Sjónleikurin Guitaristarnir hevur verið sera væl umtalaður í Danmark, har mangir kendir sjónleikarar hava spælt við hesum stuttliga leiki og tann føroyska versiónin av hesum heldur øðrvísis leiki er ikki minni spennandi & stuttlig enn tann danska. Tey hava nú vant síðan september síðsta ár og nú eru tey til reiðar at fara á pallin við manér, siga tey frá Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Sum sagt, so er frumframførslan longu útseld, men enn ber til at keypa atgongumerki til Guitaristarnir á http://www.atgongumerki.fo/. Klaksvíkar Sjónleikarafelag sýnir leikin framm í Spaniastovu. Ria Tórgarð leikstjórnar og leikarnir eru: Høgni Olsen, Jógvan á Høvdanum (yngri), Eva Maria Brynhildardóttir Bláhamar og Sára Skarðenni. Bergur Rasmussen hevur týtt leikin og Archibald Black hevur staðið aftanfyri pallsmíð. JáH (y) 26.01.2016 Salong Kurla ger hárið hjá Guitaristunum, sjónleikurin sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag sýnir framm á Spaniastovu í næstum. Sjá meira um leikin HER Salong Kurla opnaði í mai 2002. Kára hevur rikið salongina sjalv í 14 ár. Kára hevur útbúgving sum hárfríðkunarkvinna og sonoterapeut. 1 januar 2016 hevur Mathilda K. Hansen leiga seg inn i salongina og Mathilda er útbúgvin hárfríkanarkvinna-makeup artist og stylistcoach. Salong Kurla liggur á Kráargøtu 66 í Klaksvik og hevur opið soleidis: Týs-mik-fri: 10-17 Hós: 10-19 Leygardag : 9-13 Tlf 457288 Líka síðan pápi hennara, Aaron Spelling doyði í 2006 - hevur Tori Spelling havt trupuleikar við pengum. Mamma hennara hevur fortalt fyri fjølmiðlum, at hon betalur fyri húsið hjá henni, at børnini hjá henni fáa eina góða skúlagongd og eisini mat - men hon betalur fyri, at Tori ikki dugir hógv við pengapunginum. Og nú hevur Taks sett ein steðg fyri Tori - tí hon skyldar opinbart 283.000 krónir í skatt og er hennara Visa kort tískil sperrað. Men tak okkum ikki í hesum, tit - men man ikki mamman fer at gjalda hesa rokning fyri hana ?!? Vit bert gita ..! Tori bleiv annars heimskend, tá ið hon spældi við babba'sa røð Beverily Hills 90210 frá 90'inum. JáH (y) 23.01.2016 Stakríkisstjórin í New Jersey, Chris Christie biðið fólkini um at halda seg innandura til vikuskiftið - tí roknast kann við einum heilt ógvusligum kava. Tey í Washington D.C. rokna við at kavan fer at leggja seg heili 61 cm og tað fer heilt sikkurt at skapa kaos í tí partinum av Amerika. Fleiri breytir í Amerika hava avlýst teirra ferðir, sum ger tað at eini 700.000 fólk ikki sleppa at brúka hesu tok um vikuskifti. Eisini hava 7000 flogfør avlýst teirra ferðir um vikuskifti. Tilsamans 15 statir í Amerika vera raktir av tí ógvusliga kavanum ... Seinastu meldingar úr Amerika boða frá, at áleið 10 menniskjur hava latið lív - orsaka av tí stóru kavaorkanuni og roknast kann við, at enn fleiri fólk fara at lata lív. JáH (y) 23.01.2016 Vit øll vita, hvussu stressandi tað er at eiga for nógvan pening - tí knappliga so bankar familjan uppá hurðina, sum annars ongantíð hevur vitja teg. Knappliga so fær tú eisini vinir, sum annars ongantíð hava ringt til tín og knappliga fær tú eina rúgvu av babes hangandi um hálsin á tær, sum kanska dyrka tína útsjónd, men hava heldur ikki nakað ímóti, at tú ert styrt-hamrandi ríkur. Ja, so sanniliga er tað strævið, at vaksa klæðir, tá ið buksirnar fyrst skula tømast fyri hundrað krónu seðlum - eftir at tú hevur bjóða umgang til øll í eini barr. Tú visti, at áðrenn tú fór í býin vóru buksirnar fullar av TÚSUND krónu seðlum. Og so er tað altíð tann klóki persónurin (sum forrestin ikki eigur reyvuna í sær sjálvum) sum skal fortelja tær - hvussu tú eigur at brúka tínir pengar. Og áðrenn tú veitst av, so hevur hesin sami persónurin reyvrent teg inn í okkurt projekt, sum 100 % ikki fer at geva nakað avkast av sær. Og so vita vit eisini - hvussu strævið tað er at eiga eini 4 hús, 8 bilar, 3 summarhús, 2 yatch, 3 seyðahús og 4 neyst - tí alt hetta skal viðlíkahaldast og sjálvt um tað ikki verur viðlíkahildið av tær - jamen, so skalt tú enn fara at tjekka um øll ognin hevur tað ok. Lat meg ikki byrja uppá føðingardagar, jól osv. - tí hvør er tað altíð sum skal betala ..? Tú, isje sannheit ..? Tað er veruliga stressandi at vera ríkur í dag og tískil so finst bert ein loysn uppá trupuleikan - og tað er at keypa eina lýsing á okkara portali - tí her fær tú okkurt aftur fyri pengarnar og um ikki annað - møguliga tú fær ein bíligan látur burturúr hesum - ja, hvør veit ..? Tað kostar so onki at flenna !!! JáH (y) 23.01.2016 Tað hevur skapt yvirskriftir kring allan heim, at fíggjarmálaráðharrin í Danmark hevur kravt, at tað almenna skal telja hvussu nógvar flaggstengur eru í Danmark. Les eisini: Danmark ætlar at flagga við Merkinum Flaggdagin Men grundin er nú funnin, tí Forsætisráðharrin í Danmark, Lars Røkke Rasmussen sigur soleiðis í einum tíðindaskrivi: Stýrið hevur umhugsa, um tað almenna skal flagga við tí føroyska flagginum Flaggdagin tann 25. apríl og við tí grønlendska flagginum tann 21. juni. Stýrið hevur tí sett ígongd eitt arbeiðið fyri at vita um hvussu tað reint ítøkiliga ber til og at tað eisini kann arbeiða við hesum við einari politiskari grundgeving. Les eisini: Lars Løkke Rasmussen sera góðir við Føroyar JáH (y) 22.01.2016 Kelda: BT 43 ára gamli Christopher Brooks bleiv í 1992 dømdur fyri at hava neyðtikið og dripið eina kvinnu og fekk ígjár sína deyðarevsing. Hetta er annars fyrstu ferð, at amerikanski stakríki hevur gjørt eina deyðarevsing síðan 2013, veit AP at siga frá. Annars er at siga frá, at tað sita uppá núverandi tíðspunkt 2.984 menniskjur í deyðaklivanum í Amerika, og ífjør 2015 fingu 28 av hesum deyðarevsing. Amerika hevur dripið 1.424 fangar síðan 1976 via deyðarevsing, har teir flestu av hesum hava fingið sproytuna. Um tú vilt vita meiri fakta um deyðarevsing í Amerika - trýst so HER JáH (y) 22.01.2016 |
Arkiv
April 2019
|