Hesin leikur er eitt upplivilsi fyri lívið og heilt sikkurt nakað, sum tú ikki hevur sæð ella hoyrt fyrr á føroyskum palli. Her er skemt, gaman, álvara og sangur fyri allar pengarnar.
Sjónleikurin Guitaristarnir hevur verið sera væl umtalaður í Danmark, har mangir kendir sjónleikarar hava spælt við hesum stuttliga leiki og tann føroyska versiónin av hesum heldur øðrvísis leiki er ikki minni spennandi & stuttlig enn tann danska.
Tey hava nú vant síðan september síðsta ár og nú eru tey til reiðar at fara á pallin við manér, siga tey frá Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Sum sagt, so er frumframførslan longu útseld, men enn ber til at keypa atgongumerki til Guitaristarnir á http://www.atgongumerki.fo/.
Klaksvíkar Sjónleikarafelag sýnir leikin framm í Spaniastovu. Ria Tórgarð leikstjórnar og leikarnir eru: Høgni Olsen, Jógvan á Høvdanum (yngri), Eva Maria Brynhildardóttir Bláhamar og Sára Skarðenni. Bergur Rasmussen hevur týtt leikin og Archibald Black hevur staðið aftanfyri pallsmíð.
JáH (y) 26.01.2016









RSS Feed