So nú skuldi einans 3 persónar verið eftir í flogfarinum - og spurningurin er um nær ránarin fer at geva skarvin yvir.
JáH (y) 29.03.2016
Tíðindi úr Kýpros vilja vera við, at ránarin hevur loyva tríggjar gíslar leysar afturat - og umframt teir tríggjar, so hevur ein gísli tikið stig sjálv/ur og er klintraður úr einum vindeyga av flogfarinum. So nú skuldi einans 3 persónar verið eftir í flogfarinum - og spurningurin er um nær ránarin fer at geva skarvin yvir. JáH (y) 29.03.2016 Eftir eini kanning frá World Happiness Report úr FN, so er tað nú staðfest, at Danmark er glaðasta land í verðini (tíðarskeið frá 2013 til 2015). Grundin til at Danmark er valt at vera glaðasta land er tí, at trivnaður, heilsa, sjúkraviðgerð, politisk fríheit, arbeiðs-trygd, familjan, bruttoinntøkan og hvussu lítil korruptión er í Danmark í veruleikanum ... ella so sigst! Sveis er nummar tvey á listanum og Ísland liggur sum nummar 3, har Noregi og Finland er tætt uppá Ísland. Um Føroyar hevur verið við á listanum, sigur søgan onki um ... møguliga ikki, tí vit eru ikki eingong at síggja á Topp 30 listanum (sí lista niðanfyri). JáH (y) 29.03.2016 2. Páskadagur er - og foreldrini stákast við at gera eggini til reiðar, tí endiliga er dagurin komin, at børnini sleppa at rulla páskaregg. Ja, eggini skula kókast og síðan skal ymisk slag av máling uppá tey. Ja, summi gera enntá eggini til reiðar dagin fyri 2. Páskardag. Men stuttligt er tað, at rulla egg og faktist ikki nakað, sum ein veksur frá ... tíbetur. Vit á Norðoya Portali takka Páskini fyri hesaferð og njóta sangin hjá Herman Jacobsen "Rulla Páskaregg" niðanfyri - ímeðan flest øll børn fara út at njóta veðrið, ímeðan eggini vera rullaði. JáH (y) 28.03.2016 Ja, tað varð í nátt - at klokkan skuldi flytast ein tíma framm ella sum vit í Føroyum kallað fyri Summartíð ... sjálvt um tað er onki serliga summarsligt í dag. Men tey allerflestu hava eina snildfon, sum ger hetta fyri ein - og hevur tú eina klokku, so flyt hana, so at tú ikki kemur forseinur í kirkju í dag. JáH (y) 27.03.2016 Myndir av konu Trump, Melaniu Trump florera runt í netinum, har konan hjá Donald Trump er nakin í blaðnum Swinsuit Illustrated frá ár 2000. Myndirnar eru kanska ein desperat roynd hjá teim tjóðveldissinnaðu valevnunum, at vinna inn á Trump, men tað tykist sum um, at neiliga umtala av Trump - eisini gagnar Trump. Donald Trump hevur longu givið floksfelaginum Ted Cruz skyldina fyri, at nakin-myndir av Melaniu florera runt í netinum og hevur ímillum annað skriva á Twitter: "Ansa eftir tær, Lúgvandi Ted - ella eg oysi bønnir á konuna hjá tær" og eftir tað, so tveitti hann eina mynd av konuni hjá sær og konu Teds á Twitter við orðunum: "Ein mynd kann siga meira enn túsund orð". Sí mynd niðanfyri: Ted Cruz hevur síðan svara aftur: "Lat mína konu for í helviti fáa frið" síðan hevur Cruz øst seg inn á Trump og fortalt frá, at Donald Trump ikki er maður nokk til nakra sum helst kvinnu. Cruz sigur eisini, at Trump stendur aftanfyri einari blaðgrein, at Cruz skal hava verið ótrúgvur ímóti konuni hjá sær minst 5 ferðir. JáH (y) 26.03.2016 Wrestlarin Hulk Hogan, sum júst hevur vunnið ein av størstu sakunum av sínum slag - ímóti Gawker pornosíðuni - greiðir frá fyri ABS News, at tey fóru eftir tí skeiva persóninum hesa ferð, at fara eftir. Les eisini: Hulk Hogan vann rættarsakina! Sjá samrøðu niðanfyri: JáH (y) 25.03.2016 |
Arkiv
April 2019
|