ABC News hevur her eina samrøðu við Trump um álopini á Brússel.
JáH (y) 25.03.2016
Ríkmaðurin Donald Trump stillar upp fyri Republikanska flokkin og beint nú sær ikki mætari út - enn tað, at hann verður valevni hjá flokkinum. ABC News hevur her eina samrøðu við Trump um álopini á Brússel. JáH (y) 25.03.2016 Franska løgreglan hevur handtikið ein mann, sum skal hava verið komin langt í einari nýggjari planlegging av einum álopi. Maðurin hevur havt samband við høvuðsmannin aftanfyri terrorálopi á París ífjør. Nú roynir franska løgreglan at yvirhoyra mannin, so at maðurin fer at tosað yvir seg, so at hann møguliga kemur at fortelja hvussu nógv slík álop vit kunna vænta í Evropa, sum tey í vóru framd í París og Brússel. JáH (y) 25.03.2016 Í morgun hevur løgreglan úr Belgia aftur handtikið ein persón, sum verður settur í samband við terrorálopini í Brússel, skrivar RTBF. Hósdagin handtók løgreglan seks persónar, sum teir meina eisini høvdu okkurt at gera við álopini á Brússel týsdagin, har 31 menniskjur higartil hava mist lívið - og har 250 onnur fingu álvarsligar skaða. JáH (y) 25.03.2016 Fríggjadagin 19. mars vardi Sjúrður Hammer ph.d.ritgerð sína við University of Glasgow. Verkætlanin kallast: “Feeding ecology and pollutant exposure of the great skua Stercorarius skua in the Faroe Islands.” Verkætlanin bleiv gjørd undir vegleiðing av Ruedi Nager dr. og lektara á University of Glasgow, Robert W. Furness professara á University of Glasgow og Mariu Dam ph.d. og granskingarleiðara á Umhvørvisstovuni. Les meira HER JáH (y) 24.03.2016 Kelda: Gransking.fo Forsetin úr Amerika, sum fyrr í vikuni hevur verið á vitjan í Kuba - er nú staddur í Argentina og eisini har - megnaði hann at skapa yvirskriftir. Tí hvør skuldi trúð tí, at Barack Obama eisini hevði talent innan Tango ..? Á myndini sæst hann dansað við Mora Godoy, sum hann varð biðin at koma at dansa við - ímeðan hann sat til borðs við forsetanum úr Argentina, Mauricio Macri. JáH (y) 24.03.2016 Tann svenska nevndin í Nobel-akademi'inum, sum deilir út Nobelprísin innan bókmentir - hevur júst fordømt fatwa'ina ímóti høvundinum Salman Rushdie - 27 ár eftir at tey frá iranskum bólkum ynsktu Rushdie deyðan, veit AP at siga frá. Fatwa'in (deyðadømingin) varð givin út fyri bókina Tey Satanisku Versini, sum er ein blasfemi og er eftir religøsum iranskum bólkum enn galdandi. Svøríki vil við hesum siga frá, at talufrælsi er ein týðandi partur av svenskari mentan og ikki skal ein lata seg kúga - fyri tað um ein hevur hug at skriva hvat ein vil. JáH (y) 24.03.2016 Langi fríggjadagur - Gud í naknum, týndum holdi vinnur ein kosmiskan sigur, tá ið stórpolitiska valdið neglir hann til ein kross. Páskamorgun - tann vrakaði messias ressast við, reisur seg av steinleguni, leggur gravarmunnan aftur um seg og stígur inn í uppreisnarmorgunin, tjóvstartar endurnýggjanina av alheiminum. Hetta eru stóru páskadagarnir, hongslið, sum stóra kristna søgan hongur á, vendir myrkur til ljós, vónloysi til vón, deyða til lív. Men hvat varð av leygardegnum? Gloymdur, gloppin ímillum hinar báðar stóru hendingarnar? Um okkara leiðir verður hann róptur leygardagur reyði. Í farnum døgum var dagurin merktur við reyðum í kalendaranum, tí hann var mitt í eini høgtíð. Eingin serstøk hending er tongd at honum, ein vanligur gerandisdagur, sum klývur heiludagarnar í tvey. Men aðrastaðni fær hann eitt vet meira tign og verður róptur Holy Saturday, leygardagur heilagi. Men hví hin heilagi? Er hetta ikki dagur vónloysins? Les meira HER JáH (y) 24.03.2016 Kelda: Sprotin.fo Amerikanska forsetin, Barack Obama varð staddur í Kuba, tá ið syrgiliga hendingin hendi í Brússel ígjár, har 34 ósek menniskjur higartil hava latið lív. Obama fordømir álopini á Brússel og bjóðar út eina hjálpandi hond, so at verðin kann fáa ein enda á hesu áhaldandi terroristmu. Sjá video niðanfyri: JáH (y) 23.03.2016 |
Arkiv
April 2019
|