Myndirnar eru kanska ein desperat roynd hjá teim tjóðveldissinnaðu valevnunum, at vinna inn á Trump, men tað tykist sum um, at neiliga umtala av Trump - eisini gagnar Trump.
Donald Trump hevur longu givið floksfelaginum Ted Cruz skyldina fyri, at nakin-myndir av Melaniu florera runt í netinum og hevur ímillum annað skriva á Twitter: "Ansa eftir tær, Lúgvandi Ted - ella eg oysi bønnir á konuna hjá tær" og eftir tað, so tveitti hann eina mynd av konuni hjá sær og konu Teds á Twitter við orðunum: "Ein mynd kann siga meira enn túsund orð". Sí mynd niðanfyri:
Ted Cruz hevur síðan svara aftur: "Lat mína konu for í helviti fáa frið" síðan hevur Cruz øst seg inn á Trump og fortalt frá, at Donald Trump ikki er maður nokk til nakra sum helst kvinnu. Cruz sigur eisini, at Trump stendur aftanfyri einari blaðgrein, at Cruz skal hava verið ótrúgvur ímóti konuni hjá sær minst 5 ferðir.
JáH (y) 26.03.2016