Eisini Google ber sorg yvir tey, sum mistu lív fyrradagin, har Google hevur eina sloyfu á forsíðuni við orðunum: "Til minnis um offrini undan París álopunum"
Forsetar kring allan heim fortelja teim í Fraklandi, at hesum skula tey ikki sleppa gott frá - og vilja forsetarnir ikki venda Fraklandi baki, men heldur hinvegin, so fær Frakland fullan stuðul frá eitt nú, Amerika og Russland.
Tað eru bert 10 mánaðir síðani at teknarar úr Charlie Hebdo lótu lív - og vilja vit á Norðoya Portali eisini vísa virðing fyri Fraklandi, har undirritað hevur teknað omanfyri-standi tekning í morgun: "Til minnis um offrini undan París álopunum"
Ja, øll verðin er í sorg - og eisini bygningar (verðina runt) vísa tær eyðkentu farvurnar, sum Frakland hevur á sínum flaggi.
JáH (y) 15.11.2015