NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Var yngstur - nú elstur

17/12/2016

Comments

 
Billede
- Eg var 26 ár og yngsti maður í “reiðarínum”, tá eg byrjaði í 1975, og nú eri eg 67 ár og elstur maður í reiðarínum, tað sigur Ellintur Abrahamsen, skiparin á vaktar – og bjargingarskipinum Tjaldrinum.

Í 1975 byrjaði hann við Dagstjørnuni, sum tá var vaktarskip. Skipið hoyrdi undir Strandferðsluni, tí stovnurin “Vaktar- og Bjargingartænastan”, sum nú kallast Vørn, var ikki til tá. 

So fór hann við Ólavi Halga og hevur so síðstu mongu árini siglt við Tjaldrinum.

Ellintur hevur eisini siglt við avloysaraskipunum Nim og Gorm, sum Vaktartænastan leiðaði.

- Eg havi verið og eri støðugt fegin um at kunna sigla hjá Vaktartænastuni, og tí eru árini vorðin so mong. Eg eri tó keddur um, at fíggjarliga játtanin til Vørn ikki skal vera størri, tí so kundu tvær manningar siglt við Tjaldrinum og skipið var í vinnu alt árið,  sigur Ellintur.

Nú er bara ein manning, og tí liggur Tjaldrið mannleyst við bryggju helvtina av árinum. Tað harmar eisini Ellint, at tað ikki er nóg mikið av játtan til, at skipið kann haldast ordiliga við líka. Tá manningin fór umborð í síðstu viku, kom sjómanstrúboðarin við jólapakkum. Tað var um døgurðatíð, so onkur helt skemtandi fyri, at hann passaði sær tíðina væl.

Aftaná døgurðan komu sangheftini fram. Nakrir sangir vórðu sungnir, trúboðarin hevði eitt bíbliuorð og Ellintur endaði við bøn.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Kelda: Føroyska Sjómansmissiónin á Facebook

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.