NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ung í Arbeiði

18/7/2016

Comments

 
Billede
Aftur í ár hevur undirtøkan fyri Ung í Arbeiði verið heilt góð; nógv ungfólk millum 14 og 16 ár hava verið runt í býnum og arbeitt á ymsum arbeiðsplássum, eitt nú hjá Klaksvíkar Havn og ymsu ansingarstovnunum í býnum.
Paulina Solmunde (14 ár) og Fríðjohn Elltør (15 ár) hava verið í Ung og Arbeiði her í býráðsumsitingini.

Paulina hevur fyri tað mesta hjálpt Bjarmu í køkinum; hon hevur vaskað upp, keypt inn, sett á borðið, og eisini hevur hon dustsogið. Hon er glað fyri at vera sloppin framat her og følir seg hepna, at hon hevur fingið júst hetta arbeiðið í mun til okkurt annað. Hon heldur tað vera deiligt at fáa nakrar eyka krónur hetta summarið.

Fríðjohn hevur gjørt nógv ymiskt. Hann hevur brekkað, ruddað, vaskað benkur, vaskað vindeygu o.a. Fríðjohn var eisini við Jógvani Ósá (y) uppi við Ánagjógv at gera vatnmátingar og annað. Hann heldur tað vera deiligt at arbeiða í summarferiuni heldur enn bara at sova dagin burtur. Hetta er fyrstu ferð, Fríðjohn roynir arbeiðslívið, og hann heldur, tað hevur verið spennandi, fjølbroytt og stuttligt.

Tað hava verið fleiri aktivitetir, meðan tey bæði hava verið her. Team Rynkeby súkklararnir fóru avstað til París, og har vóru tey við til at gera smyrjibreyð og vóru eisini við, tá ið fráferðin var. Eisini hava tey verið við til at grilla.

Tey bæði siga seg hava havt tað gott her og siga, at tað er gott, at tey ungu kunnu sleppa til arbeiðis við hesum tiltakinum.

Annars kann sigast, at tey bæði hava verið sera ófør og gjørt alt, sum varð kravt av teimum. Tey hava verið hjálpsom og arbeitt fjølbroytt og sjálvstøðugt.

​Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.