NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Størsta málið í Føroyum samtykt í 2. viðgerð!

28/4/2016

Comments

 
Billede
Tað varð nógv, sum peikaði á, at broyting av Hjúnarbandslógini møguliga fór, at fella - men tá ið tað kom til stykkis, so bleiv størsta málið í Føroya søga samtykt undir 2. viðgerð - og ein kann veruliga kallað hetta størsta málið, sum hevur verið á Ting - tí bert hetta mál hevur deilt Føroyar í tvey. Og enntá er hetta málið, sum saktans kundi fingið Samgonguna at slitið ...

Ert tú fyri ella ert tú ímóti ..? 

19 av tingfólkunum vóru fyri og 14 vóru ímóti, og tað vil so siga tað, at hetta mál fer also til 3. viðgerð og tað skuldi verið sera løgið, um málið ikki eisini bleiv samtykt har - tí tá tú hevur samtykt tað tvær ferðir, hví skalt tú so brádliga siga nei 3. ferð ..?

Billede
Hetta hevur samstundis verið málið, sum hevur verið strævið & langt at koma ígjøgnum og so er tað ikki eingong liðugt enn.

Bíblian hevur ongantíð verið so nógv brúkt á Tingið, sum júst við hesum málinum og ongantíð hevur nakað annað mál fylgt so nógv hjá føroyingum ... ikki eingong, tá ið vit tosað um grind.

Og tann simpli spurningurin er: Ert tú fyri ella ert tú ímóti ..? Um tú ert ímóti, so vilt tú also ikki hava tað, at samkynd skula sleppa at vera Borgarliga Vígd í Føroyum og ert tú fyri, so hevur tú hinvegin onki ímóti at ein minniluti av tí føroyska fólkinum eisini fær somu rættindi, sum tú sjálv/ur fær fyri onki.

​3. viðgerð av máinum skal í Tingi fríggjadagin - og onki er at ivast í, at ein stórir meirluti av Tingfólkunum gjarna vilja hava tað soleiðis, at Samkynd sleppa at gifta seg í Føroyum. Og tað er nokk heldur ongin ivi í, at málið fer ígjøgnum á Fólkatinginum, sum skal viðgera málið - um tað verður endaliga samtykt ímorgin og so kunna samkynd endiliga vera Borgarliga Vígd í Føroyum.

Billede
Og verður tað so heimsins undirgangir, um málið verður samtykt - og tey á Fólkatinginum fara at gera tað soleiðis, at samkynd sleppa at vera Borgarliga Vígd í Føroyum ..? Nei, neyvan verður tað heimsins undirgangir - fyri tað um ein stórir minniluti av fólkunum fáa somu rættindi eins vit onnur taka fyri givið.

Undirritaði roknar við, at um Samkynd fáa somu rættindi eins hann sjálvur hevur, so fer tað ganga eitt sindur av tíð - og so er hetta yvirstaðið og vit ØLL kunna liva friðarligt saman, eins og vit altíð hava gjørt. Tað verður sjálvandi práta nógv um hetta - eina tíð framm - men so koma vit víðari og vit læra at góðtaka ting, sum vit annars ikki kunna broyta. Vit fara at fáa ein sálarfrið og vit fara at broyta tað vit kunna (okkum sjálvi) og vit fara at fáa eitt skil - har vit veruliga síggja munin.

Og við hesum orðum - fari eg at ynskja teim Samkyndu hjartaliga tillukku við sigrinum og vónandi fer 3. viðgerð eisini ígjøgnum, har Fólkatingið í Danmark síðan fer at smíða eina lóg saman, sum fer at gera tað, at Samkynd fáa somu rættindi, sum ein sjálvur tekur fyri givið.

JáH (y) 28.04.2016

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.