Ein franskari teknirøðsskapari hevur teknað eina tekning, sum vísur á álopini á París og álopini á Brússel ígjár og er henda tekning farin víða um. Kendir fyri sínar politisku tekningar, so hevur hann annars teknað tekningar fyri fronsku ávísina Le Monde síðan 1972.
Jean Plantureux, eisini kendur sum Plantu legði sína tekning á Twitter, eftir at hann hevði fingið at vita um álopini í Brússel, har higartil 31 menniskjur hava latið lív. Síðan hava fleiri túsund menniskjur deilt hansara tekning verðina runt.
"Frakland og Belgia eru enn meira knýtt saman nú, at berjast ímóti terroristmu", skrivaði hann til ABC News í einum meyli.
Eisini hevur undirritaði teknað eina tekning, sum vísur á, at vit í Føroyum eisini hava samkenslu við fólkini úr Belgia - sí tekning niðanfyri:
JáH (y) 23.03.2016