NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Søgan um Billy The Kid

18/11/2018

Comments

 
Billede
Tað sigst, at Billy The Kid varð føddur tann 23. november 1859 og doyði tann 14. juli 1881.

Rætti navni hjá honum var' Henry McCarty aka Henry Antrim aka William Harrison Bonney ella Billy The Kid, sum hann bleiv nevndur av fjølmiðlunum tá. Tað verður sagt um Billy, at hann drap 21 menn - ein fyri hvørt ár hann livdi.

Les eisini: Funnið nýggja mynd av Billy The Kid

Billy bleiv sum sagt føddur í 1859 í einum fátækakvarteri í New York í Allen Street í tí sunnara partin av eystra Manhattan. Foreldrini hjá honum vóru av írskum uppruna - og mamma hansara varðKatherine McCarty Bonney og faðir hansara William Bonney. Tá ið hann varð 3 ára gamal - fluttu tey til Coffeyville í Kansas - har pápi hansara doyði í einum ungum aldri. Mamma gifti seg síðan við William Antrim í 1873 og hevði hon kent William síðan 1868 og saman fingu tey ein son, sum bleiv nevndur Joseph.

Eftir tað - so fluttu tey til Silver City í New Mexico. Antrim fekk arbeiðið sum barrtendari og timburmaður - men bleiv skjótt áhugaður í grava í gullminum og tann áhuga vaks meira við tíðini - har hann nærum ikki hevði tíð til sínar synir. Og sjálvt um soleiðis varð - so hevði tann ungi McCarty hug til tíðir at brúka eftirnavni hjá stjúkpápanum Antrim.

Mamman hjá Billy varð also gift við einum manni, sum ongantíð varð til staðar og tískil so mátti mamma fáa sær eitt arbeiði í einum røktarheimi - so hon kundi forsyrgja báðar synirnir hjá sær. Mamman bleiv sædd at vera ein glað írsk dáma - full av lívið og stuttligum tingum.

Tað sigst, at tað varð ikki nógv skúlagongd hjá Billy - men hann hjálp dúgliga til í røktarheiminum. Í 1874 doyði mamma hansara av tuberklasjúku og sum 17 ára gamal - varð Billy noyddur at fáa sær eitt arbeiðið í einum hotelli. Stjórin av hotellinum skal hava sagt um drongin, at hann varð stoltir av honum, tí at hann varð tann einasti drongurin, sum hevði arbeitt fyri seg - uttan at stjala nakað.

Og sjálvt í skúlanum søgdu tey um Billy - at hann varð altíð hjálpsamur, lurtaði væl eftir og gjørdi síni skúlating, umframt at hann arbeiddi runt skúlabygninginum.

BilledeBilly the Kid liggur begrivin í Ft. Sumner, New Mexico í USA
​Men Billy hevur ikki altíð verið fittur - tað sigst, at Billy skal hava verið í einum bardaga við einum manni, sum bleiv kallaður Moulton. Hesin maðurin skuldi hava gjørt seg inn á mammu Billy og Billy gjørdi ikki mætari enn at hann stakk mannin niður við einum lummaknívi. Men ein onnur søga boðar frá, at Billy ikki endaði í fongsul av hasum - men heldur tí at hann stjól ein bunka av klæðum frá einum kinesiskum vaskaríi og bleiv tann 23. september 1875 handtikin - men slapp til rýmingar við at klintra upp av skorteininum í County Jail. Eftir hetta - so flýddi Billy frá mynduleikunum.

Billy varð eisini við í kríggi í New Mexico - tann sokallaða Lincoln County War - har nýflutt klagaðu yvir John Chisum, sum tókist taka sær monopol yvir alt neytalívið í Pecos Vally. Stríðið skuldi vera voldiligt og áðrenn man visti av - so hevði Billy the Kid sín egna banda uppá 14 mans. Billy bleiv einaferð kontaktaður av guvernørinum í New Mexico, sum royndi at fáa Billy á rætta leið - men sum kunnugt riggaði tað ikki.

Tann 21. desember 1880 bleiv hann tikin til fanga av sheriffinum Pat Garret og tann 8. apríl 1881 bleiv hann dømdur til deyða í býnum Santa Fe fyri morðið av sheriffinum William Brady. Tað eydnaðist enn einaferð Billy at flýggja - við at hann fekk fatur í einum vápni, har hann drap tvey hjálparfólk hjá Garret og reið avstað.

Men hann skuldi ikki leingi ganga fríður og minni enn 3 mánaðir eftir sínari flýggjan - bleiv Billy the Kid dripin av sheriffinum Pat Garret, sum hevði funnið útav - hvar Billy helt til. Pat Garret sníkti seg inn í húsið har Billy varð og skjeyt Billy, sum ikki bar vápn - í ryggin.

JáH (y) 18.11.2018
Kelda: Wikipedia

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.