Sarah Louise Bryan bleiv kend, tá ið hon gjørdi ein heilan kjóla burturúr Skittles góðgæti.
Men sjálvt um hon bleiv kend av hesum, so vildi hon faktist blíva enn meira kend og tí hevur hon nú gjørt ein nýggjan kjóla av menniskjahárum - og faktist er kjólan næstan bara av kynshárum, skrivar The Mirror.
Grundin til at hon valdi at gera kjólan úr júst kynshárum varð, at hon vildi vera longri úti enn Lady Gaga, tá ið talan varð um vemmiligar kjólar.
Nú er kjólin so ein veruleiki er farin verðina runt - og 28 ára gamla mamman til tvey - kann stolt fortelja hvussu hon einaferð í tíðini - megnaði at gera heimsins vemmiligasta kjóla til ein veruleika (og um kjólin er við flatlús ella ikki - vita vit av góðum grundum ikki á Norðoya Portali).
JáH (y) 06.07.2016