Eg kundi simpulten ikki lata vera, men bað konuna at taka eina mynd av okkum trimum saman - tí hvør vit hava barst ímóti Sea Shepherd uppá hvør sín máta.
Ímorgin kl. 12.00 verður fundurin streymaður "live" á Fólkatinginum í Danmark og spennandi verður tað at fylgja við.
Tað verður heilt sikkurt ein undirhaldandi fundir, og vónandi so fer Sea Shepherd enn eina ferð, at dumma seg til almennan fund, sum teir eru vanir við at gera. Vit á Norðoya Portali fara at ynskja Sjúrða og Jacob góða eydnu við fundinum ímorgin.
Linki til tann fundin er her: http://www.ft.dk/webtv/video/20151/f%C3%A6u/tv.2993.aspx
Vit á Norðoya Portali fara at gera ein samandrátt av komandi fundi ímorgin - og til døgurða ímorgin verður tað nokk Grind, spik og eplir!
JáH (y) 17.11.2015