NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Norðurjól - Stórt ókeypis jólatiltak

18/12/2015

Comments

 
Billede
Leygardagin 19. Desember kl.10.00 fer stóra jólatiltakið Norðurjól av bakkastokki. Tiltakið er ókeypis, og skráin fyri dagin er fjølbroytt.
Klaksvíkar Kommuna og Norðoya Kunningarstova bjóða øllum vælkomnum til ársins jólahugna, Norðurjól 2015, ið verður á Biskupsstøðtorginum tann 19. desember frá kl. 10.00 til 17.00.

- Norðurjól er ætlað sum eitt jólatiltak fyri øll, har børn og vaksin kunnu hugna sær við jólaligum ítrivum og stemningi, sigur Elsa Olsen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu. Hon vísir á, at tiltakið er ókeypis, og at nógvir ymiskir aktørar í Klaksvík eru við til Norðurjól. - Eitt nú skipar Treysti fyri nissurenning, og kór úr Betesda og KFUM koma at framføra, so hetta er eitt savnandi tiltak fyri øll, sum hava hug, sigur Elsa.

Skráin fevnir bæði um livandi tónleikaframførslur og felagssang ígjøgnum allan dagin, umframt forkunnug og kreativ innsløg. Eitt nú skipar Klaksvíkar Bókasavn fyri kreativum verkstaði og hugnaligari jólasøgu til børnini, umframt at møguleiki verður fyri at royna vælumtóktu Myndaboksina í jólaligum líki. 

Sølutjøld verða sett upp á økinum við suppu, brendum mandlum og kleynum, ið verða kókaðar á staðnum, og harumframt verða spennandi sølubásar við øllum frá jóladekorationum til føroyskt framleiddar designaravørur.

Í samband við tiltakið verður ikki koyrandi eftir einum parti av Biskupsstøðgøtu – nærri kunning um hetta finnist umvegis leinkjuna niðanfyri.


Ferðslan til Norðurjól

Kelda: Klaksvíkar Kommuna


Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.