NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Norðoyingar og eysturoyingar samstarva um sertannviðgerð

12/7/2016

Comments

 
Billede
Avtala er nú gjørd við sertannlækna í ortodonti um tannrætting, sum tryggjar øllum børnum 0-18 ár í Norðoyggjum og parti av Eysturoynni sertannviðgerð sambært galdandi lóggávu.
Mánadagin 4. juli skrivaðu Klaksvíkar, Fuglafjarðar og Eysturkommuna undir avtalu við Tannspenn sp/f, v/Halldis á Grønastøð sertannlækna í ortodonti.

Sambært § 2 í lógini um barna- og ungdómstannrøkt skulu øll kommunustýrið tryggja øllum børnum og ungum undir 18 ár, sum búgva í kommununi, møguleika fyri ókeypis fyribyrgjandi og viðgerðandi tannrøkt, og tað er júst hetta, sum henda avtalan tryggjar øllum børnum og ungum í Klaksvíkar, Fuglafjarðar og Eysturkommunu.

Eitt frambrot fyri sertannviðgerðina
Í drúgva tíð hevur tað verið breið semja um, at tørvur er á at samskipa sertannviðgerðina í Føroyum millum fleiri kommunur, tí talan er um eitt so avmarkað og fakliga krevjandi øki, at ein einsamøll kommuna ikki hevur grundarlag til tað einsamøll.

Hetta er orsøkin til, at borgarstjórarnir og kommunustjórarnir í Klaksvíkar, Fuglafjarðar og Eysturkommunu seinastu tíðina hava samráðst sínamillum og við Tannspenn sp/f, v/Halldis á Grønastøð, sum í løtuni er einasti sertannlækni í ortodonti í Føroyum.

Skipanin hevur higartil verið merkt av, at útlendskir sertannlæknar regluliga hava vitjað og viðgjørt føroysku børnini, men við hesum verður grundarlag skapt fyri einari føroyskari loysn, sum er á staðnum og tøk alt árið runt.

Tvey ára sáttmáli
Við ávísum fortreytum kemur undirskrivaða avtalan í gildi 1. aug. 2016 og fyrsta avtalutíðarskeiðið er til 1. aug. 2018, tvs. 2 ár, soleiðis at skipanin kann verða eftirmett áðrenn hon ætlandi verður longd.

Somuleiðis liggur í avtaluni, at sertannlækin og kommunala tannrøktin regluliga hittast til faklig statusprát.

Talan er um eitt samstarv millum kommunalu tannrøktirnar hjá luttakandi kommununum og sertannlæknan, har tær kommunalu tannrøktirnar, eftir ráðgeving frá sertannlæknanum, leggja til rættis og fremja ortodontiskar kanningar og visitatión av børnunum. Eftir ávísing frá sertannlæknanum gera kommunalu tannrøktirnar somuleiðis fyribyrgjandi, fyrireikandi og neyðugar tannviðgerðir.

Myndatekstur: Erik Lervig, kommunustjóri í Eysturkommunu, Tummas T. Eliasen, kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, Halldis á Grønastøð, sertannlækni hjá Tannspenn, og Jonna Sjúrðarberg, tannlækni hjá Tannspenn, eru her avmyndað uttan fyri býráðshúsið í Klaksvík eftir undirskrivingina av avtaluni um sertannviðgerð av borgarum 0-18 ár í kommununum.

JáH (y) 12.07.2016
Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.