NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

No more Sea Shepherd in the Faroe Islands!

13/4/2016

Comments

 
Billede
Sea Shepherd ships are not welcome ever again in faroese waters and so can be said, when you talk about Sea Shepherd landcrew. The new faroese law is in the making and it's going to make it impossible for Sea Shepherd to interfere with the faroese Whale harvest - and thus, the faroese people can live in peace & harmony once more.

Full faroese article on the matter below:

Jógvan á Høvdanum (junior) 13.04.2016

Umsett til føroyskt: Sea Shepherd skip eru ikki vælkomin á føroyskt sjóøkið og soleiðis verður tað eisini við Sea Shepherd stuðul á landi. Nýggja føroyska lógin er í ger og fer at ger tað ómøguligt hjá Sea Shepherd at órógva grindadráp í framtíðini og soleiðis endaði tað við at føroyingar enn eina ferð livdu í frið og harmoni.

Billede
Landsstýrið vil forða fyri, at atgerðarfólk av órøttum koma inn í landið og skip leggja upp í grindadráp

Landsstýrið fer at seta fyriskipanir í verk, sum skulu forða fyri, at skip leggja upp í grindadráp, og at atgerðarfólk av órøttum sleppa inn í landið.

Kunngerð verður lýst, ið gevur Sjóvinnustýrinum heimild at geva skipum forboð at koma inn í føroyskt sjóøki. Um forboð verður givið, fáa avvarðandi myndugleikar í flaggstatinum, har skipið er skrásett, fráboðan um forboðið. Landsstýrið fer eisini at tryggja, at útlendingalóggávan verður handhevjað til fulnar og eftirlitið hert, so atgerðarfólk ikki av órøttum sleppa inn í landi.

Kunngerð um sigling í sjóøkinum
Kunngerðin um sigling í sjóøkinum gevur Sjóvinnustýrinum heimild at geva skipi undir fremmandum flaggi forboð um at koma inn í innara sjóøkið, um mett verður, at skipið er til vanda fyri trygdina á sjónum, eitt nú í samband við grindarakstur. Eitt slíkt forboð fevnir somuleiðis um smærri bátar, ið eru knýttir at skipinum.

Eftir § 31 í løgtingslóg um trygd á sjónum hevur landsstýrismaðurin heimild til at geva almenn og ítøkilig boð, til tess at tryggja fría skipaferðslu og fyribyrgja óskili og vanda á sjónum.

Um neyðugt kann forboðið víðkast til at fevna um ytra sjóøkið. Innara sjóøkið er økið landmegin grundlinjuna, og ytra sjóøkið er økið frá grundlinjuni út á 12 fjórðingar.

Undantak frá forboðnum er, um skip í neyðstøðu koma inn í sjóøkið.

Útlendingalóggávan
Sambært reglunum á útlendingaøkinum kunnu avvarðandi myndugleikar sýta útlendingum ella taka frá teimum innferðarloyvi, um hesir verða mettir at vera til vanda fyri lóg og landaskil. Harumframt ásetur útlendingalógin, at útlendingar skulu hava arbeiðsloyvi fyri at átaka sær arbeiði her í landinum, eisini um talan er um ólønt arbeiði.    

Landsstýrið metir at í summum førum kann virksemið hjá atgerðarfólki, sum koma til landið at mótmæla grindadrápi, roknast sum arbeiði. Landsstýrið hevur tikið málið upp við danskar myndugleikar, sum varða av passeftirlitinum. Hetta fyri at ansa eftir, at reglurnar á útlendingaøkinum verða handhevjaðar til fulnar og eftirlitið hert, so forðað verður fyri, at atgerðarfólk av órøttum sleppa inn í landi.

- Landsstýrið hvørki kann ella fer at forða fólki at nýta rættin at mótmæla. Men mótmælisfólk skulu halda seg innan fyri lógarinnar karmar, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

- Skip við atgerðarfólki hava lagt upp í grindadráp og elvt til vandastøður. Tískil er neyðugt, at myndugleikarnir fáa víðkaðar heimildir at nokta skipum atgongd til føroyskt sjóøki, um skipini kunnu verða til vanda fyri trygdina á sjónum. 

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið 13.04.2016

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.