NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Mínir tankar um Kríggj, París og tað heila ..!

18/11/2015

Comments

 
Picture
Fyrst vil eg byrja við, at mínir tankar fara til allar familjur kring allan heim, sum mist hava sínu kæru, orsaka av kríggji ... 

Eg havi nú lisið yvirskriftir aftaná yvirskriftir (og sjálvur skrivað nógv um tað) um álopinum á París tann 13. inda november, har 129 ósek menniskjur lótu lív fríggjadagin - orsaka av terroristmu. Eisini Dagur & Viku ígjár bar brek av, at spyrja vanlig fólk úti á gøtuni, um vit skula hjálpa til í Sýria ... Ja, tað tykist sum um, at ØLL hava eina meining um ta heila og júst tað ger tað gott at liva í Føroyum: Frælsi til at sleppa at hava eina meining ...

Eg sjálvur havi eisini eina meining um tað heila - og meti sjálvur, at ein skal sleppa at siga og tora at siga, hvat ein hevur hug til. Men um tín meining er skaðandi fyri menniskjalív - so meti eg, at ein sjálvur eigur at ansa sær, hvat ein sigur ella ger. Tá ið Muhammad tekningarnir vóru almanna kunngjørdar í Jyllands-Postinum í 2006 - skapti tekningarnir somikið stóra øsing, at fleiri ósek menniskjur hava mist lívið - orsaka av eini tekning.

Og somuleiðis doyðu eisini fleiri ósek menniskjur í januar í ár, tá ið Charlie Hebdo á sinni almanna kunngjørdi fleiri tekningar av Muhammad. Og eisini tá, spurdi eg meg sjálvan tann spurningin: "Er tað ta vert ..? At eg í splitt-sekund haldi tað vera stuttligt, at gera grin burturúr Muhammad - fyri síðan at liva eitt lív, sum Kurt Westergaard, har hann í 24 tímar um døgnið er umringaður av politistum ..?"

Tankin um at teknað eina Muhammad tekning hevur verið til staðar, men eg havi latið vera - tí at mínar tekningar kunna gjarna gera "grin" burturúr einum kríggji - men ikki byrja eitt ..! (so heldur teknað eina provokerandi tekning sum tann niðanfyri)

Sum sagt, so haldi eg at ein skal sleppa at hava eina meining um alt - men tá ið ein spælir við eld, so brennir ein oftað seg og soleiðis er tað bara. Hinvegin so eru tað jú ikki bert tekningarnir, sum teir úr IS eru svakir inná. Amerika, Frakland, Danmark og onnur lond hava jú verið við til at bumba onnur lond sundir & saman, har eisini ósek menniskjur hava latið lív og júst sum eg skrivi hetta her, so bumbar Frakland og Amerika býin í Sýria, Raqqa sundir & saman, har heilt sikkurt fleiri ósek menniskjur eisini lata lív.

Picture
Kríggj fer altíð at elva til at ósek menniskjur fara at lata lív og vit liva í slíkum tíðum, har ongin í veruleikanum kann føla seg tryggan, tí kríggj hevur skapt ein so slíkan ótta í okkum menniskjur, at óttin (nærum) er í okkum - frá tí vit vera fødd. 

Og vit eiga ikki at tveita allar muslimar í ein sekk - tí allir muslimar eru ikki líka. Tað eru jú ikki allir muslimar, sum spreingja seg í luftinum - líka so væl, sum ikki øll kristin fólk ganga runt í eini oyggja Utøya og meiða ósek menniskjur niður. Tað hevur tikið fullkomiliga yvirhond, at vit menniskjur døma allar muslimar fyri tað tey IKKI eru og yvirgangs-atsóknurnar hjálpa ikki nógv uppá, hvat fyri meining vit skula hava um tey - júst tí eri eg eisini samdur í ...

Men eg má taka Afrika túrin uppá tunguna aftur - tá ið eg fari at tosað um muslimar. Tí tá á sinni (í ár 2011) arbeiddi eg saman við 16 muslimum, sum allir vóru úr Afrika. Og tað má eg so siga, at tað varð tað fittasta fólkaslagi sum eg nakrantíð havi arbeitt saman við. Teir vóru arbeiðssamir, hjálpsamir og serstakiliga fittir ímóti mær og soleiðis kenni eg eisini fleiri aðrir muslimar at vera. Spurnartekin hjá mær vera so síðan sett: "Eru ALLIR muslimar ikki fittir, hjálpsamir og arbeiðsamir ..?" Nei, ikki allir muslimar eru tað - og ei heldur eru øll kristin menniskjur tað. Men sum sagt, so eru vit menniskjur ikki sett á hesa jørð fyri at døma onnur menniskjur og tað finnast ónd menniskjur í øllum londum - eisini okkara!

So til tað sum fyrrverandi Løgmaður okkara, Kaj Leo Holm Johannesen hevur skrivað á sín Facebook vanga - so kann eg also ikki vera meiri enn einigur við hann í. Hann skrivar soleiðis á sínum vanga:  Vesturheimurin hevur áhaldandi bumbað Irak, Syria, Afghanistan, mió av ósekum fólkum hava latið lív, og so undrast vit um hví talið av sjálvmorðsatsøknum økjist, og hví ósek menniskju verða dripin av hesum somu felagsskapum. 

Picture
Um eg sum pápi hevði sæð mína familju útruddaða av bumbum frá flogførum ella hermonnum úr vesturheiminum, hvørjar kenslur hevði eg havt fyri hesum fólkum ??.

Onkur politikkari sigur at um neyðugt, so skulu vit eisini bumbað eftir civilum málum, trupuleikin er at tað er júst tað sum vit hava gjørt í eitt nú miðeystri, so tað er einki nýtt, tað má steðgast ongantíð ov skjótt.

We cannot solve our problems with the same thinking we used when we created them.

Hetta var bert eitt hjartasuff í sorg og virðing fyri teimum sum eru deyð av yvirgangsatsøknum í Paris, Beirut, Ragga, Baghdad, Keypmannahavn


Púra samdur, Kaj Leo!

So tað eru also fleiri enn eg, sum ganga og mala við tonkum um, at ikki alt muslimskt fólkaslag er ónt og at vit eiga sjálvi at hyggja í spegli og spyrja okkum sjálvi, um nú vit eru so góð - tá ið vit eru so skjót at døma onnur, sum eru øðrvísi enn vit. Og eisini eiga vit sum kristi land, at hjálpa til - har vit kunna. Spurningurin er kanska heldur hinvegin: Eru vit so kristin, sum vit gera okkum til ..?

JáH (y) 17.11.2015

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.