Men fyri at fáa slíkar yvirarmar sum Arlindo De Souza verður tú noyddur at sproyta teg sjálvan við nøkrum evnum, sum eisini kunna taka lívið av tær.
Teir stóru yvirarmarnir hjá 43 ára gamla manninum koma av tíat hann hevur sproyta olju og alkohol í sínar armar.
Blandingin av oljuni og alkoholinum fer í kroppin og gevur tær eina sjón av stórum musklum. Men tað kann geva eina ræuliga infektión og summir extremir brúkarar av tí hava enntá verið noyddir at amputera armarnir hjá sær - og aðrir eru eisini deyðir av tí.
"Tú sproytar hetta í teg og tað pumpar teg upp uttan at tær nýtist at venja," segði Arlindo, sum eisini sín vin, Paulinho av hesum lortinum.
"Hvørja ferð eg tók tað, so vildi eg hava meira og meira. Fyri meg varð tað ongin grensa."
Arlindo, kendur sum "Fjallið" í hansara heimbýi Olinda - sproytaði seg 3 ferðir um vikuna í bert 2 mánaður fyri at fáa hasar yvirstóru armarnir.
Maskulbunti hevði áðrenn tikið ein cocktailav steroidum, hormonum og hesta vitaminum fyri at pumpa seg sjálvan upp - tá ein vinur hansara bjóðaði honum eitt "olju produkt" sum hjálpa skuldi honum at blíva størri enn hansara kappinganeytar.
"Maðurin gav mær tað. Hann segði, 'Tak hetta, tað vilja gera teg stóran onkran dagin'" segði Alindo, sum er stakur og livur saman við mammu sínari, Josefa Gomes de Souza.
"Eg koyrdi tað í sproytuna - sproytaði tað í armin og armarnir byrjaðu beinavegin at pumpa seg upp. Og fyri at fortelja tær sannleikan, so føldi eg tað ikki eingong. Eg bleiv eitt sindur í ørviti, men annars onki. Men eg havi vant nógv fyri at styrkin skal vera tann sama.
Mong vita ikki hvussu tey skula sproyta tað og sproyta tað í gamlar blóð æðrar. Summi missa ein arm, øðrin muga hava eina opratión og uppaftur onnur missa lívið hjá sær. Vinur mín, Paulinho, misti lívið av hesum og tað setti ein ordiligan hvøkk í meg. Hann tók tað, eg tók tað - men hann fór um grensuna. Og eg vil ikki tilráða nakran at taka hetta.", sigur Arlindo til teir brasilsku fjølmiðlarnar.
Og hann fortelur víðari: "Fyri at fáa ein kropp sum mín, er tað ræðuligt ringt, um tú onki tekur. Summi innrømmað at tey taka tað og onnur avnokta tað blankt. Hevur tú nakrantíð sæð ein so stóran mann, sum meg og sum sigur at tað er nátúrligt ..? Hann lýgur kann eg fortelja tær. Í minsta lagið fortelji eg tær sannleikan."
Men mong eru eisini tey í familjuni hjá Alindo, sum er bangin fyri at eisini hann fer at enda sum vinurin Paulinho, og biðja hann gevast við hasum fjasinum - tí satt at siga, so er tað heldur ikki vakurt við sooo stórum yvirarmum, heldur ein vinkona hjá Arlindo.
JáH (y) 11/03-14