NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Lat okkum býta høllirnar upp í Klaksvík og latið feløgini koma til orðanna

13/3/2018

Comments

 
Billede
Hevði verið eitt gott hugskot, at Klaksvíkar Kommuna kallaði øll ítróttarfeløgini í Klaksvík til ein fund, har feløgini kundi komu fram við teirra hugsjónum, hvussu allar høllirnar í býnum skulu brúkast og nýtast á besta hátt.

Í Tórshavn hava teir nú avgjørt, at býta høllirnar upp, so at ein høll er uttan harpiks og so eru hinar høllirnar við harpiks.

Í Klaksvík sær tað út sum at alt verður gjørt handan gardinurnar og tey sum nýta høllirnar, als ikki vera spurd eftir,  hvat teirra tørvur er? og hvussu vit kunnu fáa mest burturúr?.

Fyri Svimjihøllina í Klaksvík, kann staðfestast, at Ægir ongantíð er spurd um nakað sum helst. Havi verið til ein fund, har avgjørt bleiv at gera eini felagshølir til Ægir, har Íðka helt til, men har hendir ikki nakað. Rokni við at hasin fundurin í Svimjihøllini í oktober mánaðinum í 2017, var eitt "Hold kæft bolsjer".

Einasta sum er hent hetta seinasta árið, er at Judo er komi inn í høllinum og má hetta vera einasta svimjihøll í Europa, har Judo er í einari Svimjihøll

Men tá ið alt verður stýrt handan gardinurnar og har forkvinnan í Mentanarnevndini og Menningarstjórin í Klaksvíkar Kommunu ongantíð hava tosað við Ægir, so er ringt at koma við sínum ætlanum um svimjingina í Klaksvík.

Nú eru tey so í holt við at gera ein vælverudepil við gosbað, dampbað og infrareyðari sauna, men tað hevur ikki nógv við Ægir at gera.

Sjálvandi er Ægir glað fyri Baðiland og vælverudepil til allar familjurnar í Klaksvík og vitjandi, men tað eru umstøðarnar hjá Ægir, sum telur mest og tá hevði tað verið betur at gjørt eitt Fitness rúm og felagsrúm til Ægir og til viðskifafólkini hjá Klaksvíkar Svimjihøll, enn at koyra eitt Judofelag inn í svimjihøllina.

Hoyri her samrøðuna, sum Hilmar Jan Hansen frá in.fo hevði við Klæmint Isaksen, ítróttarstjóri hjá Fleyr, klikk her "Fleyr hevur fingið nógv betur umstøður"

Haldi vit hava okkurt at læra av, hvussu tey arbeiða í Tórshavn og leggjast skal afturat, at um stutta tíð, so fara tey í Tórshavn undir ein 50 metur hyl.

SáH 

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.