Sjá brellbita av leikinum niðanfyri:
Guitaristarnir er ikki ein leikur, sum vit vanliga síggja í Føroyum og tað gongur skjótt fyri seg. Fólk, sum hava sæð henda leik í Klaksvík lata sera væl at og hesin leikur fær sera góð ummælir allastaðnis frá.
Atgongumerkir kunna keypast í Kunningarstovuni í Havn, á www.atgongumerki.fo ella ein tíma undan sýning. Sýningarnir í Sjónleikarahúsinum í Havn vera hesar:
Hósdagin 18/02 Kl. 20.00
Fríggjadagin 19/02 Kl. 21.00
Leygardagin 20.02 Kl. 20.00
Sunnudagin 21.02 Kl. 18.00
Um leikin:
John Hansen, sum júst er deyður av syndarligari vanlukku, hevur ein trúfastan fjepparaskara, sum fegin vil halda eina minniskonsert í heiminum hjá John. Hesi hittast, men ikki tykkum at siga, gongst ikki heilt sum ætla.
Hettar er satira, ið er skeiv, svørt og ótrúliga skemtilig. Tónleikurin er sera góður og fellur væl í oyruni. Leikurin er skrivaðir av danska dramatikarinum Line Knutzon.
Tey ið leika eru Jógvan á Høvdanum y, Høgni Olsen, Eva Maria Brynhildardóttir Bláhamar og Sára Skarðenni, leikstjóri er Ria Torgarð.