NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Klaksvíkar Sjónleikarafelag eigur ongan góðan í Klaksvík

9/12/2015

Comments

 
Billede
Serstakiliga vánaligar umstøður fyri sjónleikin í Klaksvík

Sjálvt um leikur fer framm - so merkir tað ikki, at umstøðurnar hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag eru nøktandi í Klaksvík. Sum nú er venja leikarar sjónleik í gomlu Brandstøð í Klaksvík og sjálvt um tað er vetur - so virkar hitapumpan ikki har og leikstjóri og sjónleikarar venja sjónleik ísakøld.

Men tað eru heldur ikki bert tað gamla kalda hølið, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag má finna seg í. Nei, tí eitt er at vant verður har tað er - men annað er, at ikki finnist hølið har Klaksvíkar Sjónleikarafelag kann sýna sjónleik framm - og tískil so má Sjónleikarafelagi í Klaksvík aðrar leiðir at framsýna sjónleik. Og tað er undir alt lágmark - heldur undirritaði.

Vit skula nokkso langt aftur í tíðina - har sjónleikurin bleiv skiftur út við film - ja, faktist skula vit aftur til august í 1997, har Klaksvíkar Sjónleikarafelag skuldi standa aftanfyri filmsframsýning og nøkur ár seinni, so misti Klaksvíkar Sjónleikarafelag sítt hølið - sum áhugaleikarar annars vóru við til at byggja upp. Ein mentan innan sjónleik varð eisini við at detta burtur - um tað ikki varð fyri nakrar eldsálir, sum hava hildið Klaksvíkar Sjónleikarafelag uppi og harvið okkara frálíku sjónleikaramentan.

Síðan hevur Klaksvíkar Kommuna syrgt fyri, at sjónleikurin í Klaksvík nærum er rikin vekk - og umstøðurnar blíva bert verri fyri hvørt ár, sum kemur og ferð.

Og eftir at undirritað fór at kanna (og sum hevur tosað við Jóhann Lützen og onnur í Klaksvíkar Býráð) hvussu varð við Atlantis - so skilst av lagnum, at nú er kontraktin (avtalan) liðug við teir sum leiga frá Klaksvíkar Kommunu og Atlantis verður tí bjóða út av nýggjum - um heilt stutta tíð. Og sjálvandi skal Klaksvíkar Sjónleikarafelag eiga sín heiður á Atlantis - tí sum sagt, so vóru tað áhugafólk hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, sum bygdu húsið upp á sinni - og tí átti Klaksvíkar Kommuna eisini latið Atlantis aftur í hendi til Klaksvíkar Sjónleikarafelag.

Sjálvandi kann filmur o.a. eisini vísast í Atlantis í framtíðini - men hatta húsið bleiv frá byrjan - gjørt til Sjónleikin, Tónleikin og mangt mangt annað enn film (at so nakrir kloddar hava skitið tað vekk - er so ein heilt onnur søga) - og vit muga ikki bert hyggja vekk og lata okkara mentan fara frá okkum. Klaksvíkar Kommuna hevur lovað eitt Menturnarhús í mans minni nú og eftir seinastu játtan, so skilur undirritaði, at eitt Menturnarhús til klaksvíksingur liggur also langt skotið framm í framtíðini. 

Vit á Norðoya Portali fara at hava fingurin á pulsinum viðvíkjandi Atlantis - og samstundis so fara vit eisini at skriva nógv um umstøðurnar & fíggjarviðurskiftir hjá Atlantis. Vit liva í vónini, at umstøðurnar hjá okkara sjónleikar-mentan ikki fer at doyggja burt og at Klaksvíkar Kommuna ger tað einasta rætta, sum kommunan kann gera og letur Atlantis aftur í hendi til Klaksvíkar Sjónleikarafelag.

JáH (y) 09.12.2015
Billede
Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.