Jógvan á Høvdanum (yngri) signerar 10 stk Anti Sea Shepherd teknirøðina hjá Klaksvíkar Timburhandli í dag - og av tí, at so fáar eru prentaðar, so ber eisini til at fáa eina keypta Anti Sea Shepherd teknirøð signeraða av Jógvan, sum tú hevur keypt onkra aðrastaðnis. Bókin fæst til keyps á Bókahandlum kring Føroya land.
Umframt at Jógvan signerar, so ber eisini til at keypa eina orginala keiputekning av Paul Watson og hansara harkaliði, sum hann teknar á staðnum. Tekningarnir kosta einans 50 kr og øll bókin, sum hon er kostar 69 kr. Til ber eisini at spyrja um prent av T-shirt, sum Johnny Olsen prentar fyri Norðoya Portal av ymiskum Anti S.S. keiputekningum.
Og har afturat, so fer Símun á Høvdanum at borðreiða við øllum møguligum góðum tilboðum uppá gólv, búnýti og sjálvandi Jólavørum. Vit vóna at síggja so mong fólk, sum møguligt í dag og onki er í veruleiknum so gott sum eitt super gott tilboð og eitt deiliga hugnaligt grindaprát. Vit síggjast á Stangavegi 4 - ímillum kl. 14.00 - 17.00.
NP 18.12.2015