NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hvat krevst til at gera eina teknirøð

5/5/2016

Comments

 
Billede
Fyri at gera eina teknirøð, so mást tú fyrst hava eitt hugskot til eitt ella annað, sum tú sjálv/ur heldur vera stuttligt og síðan skal tú teknað hetta hugskot á papír og best er at teknað á eitt papír, har tað er nemt at viska blýantstrikurnar vekk aftur. Hetta komið eg við eini frágreiðing um seinni.

​Nú tú hevur títt hugskot, sum tú ætlar tær at teknað á eitt papír, so er bara at fara í gongd.

Billede
Eftir at tú hevur teknað á eitt papír við einum blýanti, so skalt tú reinteknað strikurnar við einum ella tveimum pennum. Eg sjálvur brúki Uni Pin Fine Line 0,8 og 0,2 - men hvussu tjúkkar strikur tú vilt gera, er sjálvandi um til ein sjálvan.  Fleiri av teim kendastu teknaranum brúka tjúkkar strikkur, tí tá er tað jú skjótari at gera eina teknirøð lidna. Maðurin handan Basserne, Mort Walker - brúkar tjúkkar & einklar strikur og eru hansara teknirøðir sæddar av fleiri milliónum menniskjum - verðina runt.

Billede
Eftir at tú hevur teknað við einari svartari tush útyvir blýantsstrikurnar - skalt tú sjálvandi viska blýantsstrikurnar vekk.

Her loysir tað seg at keypa eitt kvalitets-viskileður og ikki nakað bíligt bras, tí tey viskuleðurni kunna tá viska blekk-strikurnar vekk eisini.

Billede
Tú hevur nú viskað blýantstrikurnar vekk og kanska sær tú eygað á ymiskt, sum tú ynskir at gera eitt sindur meira við - líkasum eitt sindur meira detaljur í tína tekning og tað er so mangan eg fái eygað á okkurt á mínum tekningum, sum eg síðan velji at gera eitt sindur meira við. 0,2 strikurnar hjálpa mær at gera eitt sindur nærri detaljur - ímun til tær tjúkku 0,8 strikurnar.

Billede
Eftir tekningin er liðug eftir tínum høvdið og tú heldur, at nú kann ikki gerast meira við tekningina, so skannar tú tekningina inn á telduna og so er klárt at koyra litir á tína tekning.

Minst til at skannarin hjá tær er reinur, tá ið tú skannar myndina inn.

Billede
Nú er tekningin skannað inn (til hesa frágreiðing havi eg brúkt Photoshop til at seta farvu á myndirnar, men onnur programmir kunna gjarna brúkast) og minst til at skannað myndina inn til svart/hvíta skanning, so at tær svørtu strikurnar standa eftir. Og so skal tekningin klippast til - tí at ein teknirøð skal gjarna hava eitt skapilsi, sum ein teknirøð eigur at hava og ta skapilsi av einari teknirøð bestemmar tú fyri sovítt sjálv/ur, men ansa eftir at IKKI at gera tekningina for fýrakantaða, tí tað er sera svert at fylla bakgrundirnar tá.

Billede
Tá tú hevur klipt til tekning til, so skalt tú gera BITMAP myndina um til Gráskala og síðan um til eina RGB farvu - tí hetta ger tað lættari at arbeiða við myndini seinni.

Í onkrum førið, so ger man myndina um til CMYK, um tú ætlar tær at t.d. selja myndina til eitt blað - men tað er sera sjálvdan, at ein yvirhøvir nýtist at brúka tað longur og spyrja bløðini um tað, so kann ein broyta hetta seinni, sum tó fer at broyta farvurnar eitt sindur av tekningini - men sum sagt - tað er sjálvdan at bløðini yvirhøvur spyrja um slíkt longur.

Billede
Nú skalt tú velja strikurnar, sum tú ætlar tær at varðveita, tí tað er í hesari prosess, at vit fara í holt við at sletta bakgrundina og einans hava tær svørtu strikurnar hjá tær eftir. Minst til at broyta Layer (lag av myndini) til Layer0 t.d.

Trýst á rundingin í Photoshop sum liggur í Channels og eftir tað fer tú inn aftur á Layers og trýstur á pílin, sum tú vanliga brúka til sletta bókstavir við. 

Billede
Nú skuldi myndin hjá tær gjarna sæð soleiðis út og hevur tú nú sletta bakgrundina og fyri at fáa "highlight" strikurnar vekk aftur, trýstur tú á Ctrl + D. 

Tað er sera umráðandi, at tú ger hesa prosess rætta, tí um tú ikki ger tað, so fer tað oyðileggja restina av prosessini, sum krevst til at tú kanst seta fleiri farvur á tína tekning.

Billede
Nú skuldi myndin sæð soleiðis út, tá ið tú hevur trýst á Ctrl + D og so er klárt at fara í holt við tí prosess, har tú skalt gera eitt nýtt Layer á tekningina.

Í Photoshop trýstur tú á knøttin, sum eitur "Create a new layer = Skapa eitt nýtt lag"

Billede
Eftir tú hevur gjørt eitt nýtt lag av tínari tekning - flytur tú LayerO uppyvir Layer 1, so at strikurnar liggja omanfyri tað nýggja Layer, sum tú hevur gjørt.

Nú fer tú so yvir til málingaspannina og oysir hvítt útyvir tekningina og minst til at oysa hvítt útyvir Layer 1 og ikki Layer 0, tí tað er Layer 1 vit fara at arbeiða víðari við.

Billede
Sum tú kanska leggur til merkis, so kann eg nú mála við Photoshop útyvir strikurnar, sum ger tað ein heila deil lættari hjá mær, at seta farvur á tekningina.

Og her eru ymiskir mátar at gera eina tekning uppá og til tað, so vil eg anbefala at tú brúka Youtube at leita við - tí sera nógvar video'ir liggja har inni, sum kunna hjálpa tær víðari við hesari prosess.

Billede
So er tekningin liðug og eg eri bara heilt væl nøgdir við hana og tað er sera umráðandi, at tú sjálv/ur er nøgd/ur við tína tekning.

Eg vóni at eg havi lært tær okkurt um hvussu ein ger ella hvussu ein kann gera. Góðan teknihug víðari, tú ..!

JáH (y) 05-05-2016

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.