Hetta eru stóru páskadagarnir, hongslið, sum stóra kristna søgan hongur á, vendir myrkur til ljós, vónloysi til vón, deyða til lív.
Men hvat varð av leygardegnum? Gloymdur, gloppin ímillum hinar báðar stóru hendingarnar?
Um okkara leiðir verður hann róptur leygardagur reyði. Í farnum døgum var dagurin merktur við reyðum í kalendaranum, tí hann var mitt í eini høgtíð. Eingin serstøk hending er tongd at honum, ein vanligur gerandisdagur, sum klývur heiludagarnar í tvey. Men aðrastaðni fær hann eitt vet meira tign og verður róptur Holy Saturday, leygardagur heilagi. Men hví hin heilagi? Er hetta ikki dagur vónloysins?
Les meira HER
JáH (y) 24.03.2016
Kelda: Sprotin.fo