Innkomni peningurin fyri verkini fer til verkætlanina Mentanarhúsið, og soleiðis eru listafólk og keyparar saman um at stuðla mentanarlívinum í býnum.
Millum tey, sum hava latið list til uppboðssøluna eru eitt nú Archibald Black, sum eisini er formaður í Áhugafelagnum Nólsoyar Páll, sum er millum stigtakararnar til Listavirðisløn Nólsoyar Páls og Edward Fuglø, sum í 2014 fekk Listavirðislønina, sum nú leygarkvøldið verður latin á fjórða sinni. Harumframt eru fleiri onnur listafólk av ovastu hyll eisini við í uppboðssøluni.
Les meira HER
JáH (y) 24.01.2018
Kelda: Klaksvíkar Kommuna