Umframt pottarnir, so eru tað ein rúgvu av góðum orkestrum í dag, sum fara at spæla og har kann nevnast: Annika Hoydal, Federspiel, Stanely Samuelsen, Hot 8 Brass Band og fleiri fleiri onnur (sjá skrá hjá G! HER) og so skal ikki gloymast, at tann stóra sangløtan verður í kvøld.
Kann tað vera betri ..? Gott veður, vøkur menniskjur og vakur tónleikur ... tað er at skunda tær avstað á G! í dag, tí í kvøld verður tað heilt stórt - ja, tað verður knasandi gott í kvøld. Vit á Norðoya Portali fara sjálvandi avstað og fara at skriva greinar, umframt myndir vera tiknar og so fara vit bert at ynskja tykkum ein framvegis góða G! Festival.
JáH (y) 16.07.2016