NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Føroyskar Sagnir: Hungursárini 1808-09

13/4/2016

Comments

 
Billede
Sum nakað nýtt, so fer undirritaði at teknað tekningar til gomul søgn úr Føroyum, so at tað verður eitt sindur festligari hjá tykkum at lesa og samstundis, so fara tit eisini at læra eitt sindur meira um søguna hjá okkum føroyingum. Niðanfyri standandi tekstur er úr eini søgn, tá ið Føroyar vóru hungursrakt:

Les eisini: Føroyskar Sagnir: Purkhúsið og Føroyskar Sagnir: Nóa ark

Um ta stóru hungursneyðina í Føroyum 1808—09 skrivaði skansakommandanturin, amtmaður Løbner, (tann fyrsti í Føroyum) til rentukamarið í Keypmannahavn. Eg skal, áðrenn eg lati hansara bræv tosa, bert flyta fram nakað lítið um hetta, soleiðis sum eg havi hoyrt tað frá fólki.

Søgnin sigur, og eg havi hoyrt tað frá ymsum hornum, at standurin var so ringur eitt mundi, at gamlir kíkar og homlubond vóru bloytt, kókað og etin; við tarabløðum í munninum lá fólk deytt her og har niðri í fjøruni.

Júst meðan neyðin var størst, kom skiparin Svarrer við farmi til tann kgl. Handilin. Menn vistu, at hann var væntandi higar; men nú var longu so langt síðani, tað frættist, at hann var farin úr Keypmannahavn, at fryktandi var fyri, at hann ikki fór at koma fram.

Stór var frøin um allar Føroyar, tá tað frættist, at nú var Svarrer komin.

Í yngri árum varð sagt mær av mongum, sum høvdu tað eftir teimum, sum livdu í hungursárunum, at dagin fyri sum Svarrer kom, sat ein hálvbýttur drongur í Havn uppi á einum steini og ruggaði og kvað: „Fyrst kemur hindin, og so kemur grindin!" Skipið kom og grind kom stutt eftir.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

Teknað hevur: Jógvan á Høvdanum, yngri
​Kelda: Snar.fo

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.