NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fólk vita ikki um InfoPortalurin er Sannheit ella Lygn!

17/9/2015

Comments

 
Picture© InfoPortalurin
Nógv sum stendur í satirusíðuni hjá InfoPortalinum - meta fólk vera sannheit. Eitt nú, so hava fleiri spurt undirritaða hví ikki bleiv skriva um at Sea Shepherd fólk skíta í vatnbrunnarnar.

Aðrar greinar á InfoPortalinum vera eisini hildnar at vera sannheit - tá ið søgurnar vera postaðar í Facebook - og ein av grundgevingunum kann vera, at tað ikki stendur nóg týðuliga, at her er talan um satiru - og ikki veruleika.

Vit kunna taka eitt dømið - har undirritaði sjálvur hevur deilt eina grein á sínum egna Facebook (sí mynd niðanfyri). Lesur tú tað við fyrstu eygnakasti - so trýr tú beinavegin, at her er talan um sannleikan. Og trýstur tú so víðari á linki - so er tað onki sum bendir á, at talan er her ikki um sannleikan, men reina satiru.

Picture
Satira er góð - og kann eisini vera skemtilig. Men satiran kann eisini vera farlig - um fólk ikki kenna veruleikan, sum hann er.

Eftir mínum tykki - so meti eg, at tað skal koma ordiliga framm, at her er talan um skemt og ikki skula naiv fólk ganga runt og halda, at tað tey lesa er sannheit - um tað als ikki er sannheit, sum tey lesa.

Men tað er so bara mín meining og sjálvur haldi eg, at InfoPortalurin er sera skemtingarsamur til tíðir og væl kann vera í kapping við fyrrverandi FøroyaPortal.

JáH (y) 17.09.2015

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.