Spurdir um tað ikki er ov tíðliga at gera ein slíkan film um syrguligu hendingina í Utøya í 2011 - svarar Poppe soleiðis:
- Eg havi tosað við tey ungu, sum yvirlivdu hendingina á Utøya og tey meta ikki, at tað er ov tíðliga at gera ein slíkan film. Hinvegin haldi eg, at ávirkar filmurin teg slett ikki kensluliga, so er tað longu ov seint at gera ein slíkan film og er hetta ein partur av grøðing hjá teim avvarandi.
Filmurin snýr seg um fiktivu Kaja, sum rennur ígjøgnum skógin fyri lívinum og er hetta ein sera intensur filmur, sum sikkurt fer at gera teg bangan og óðan samstundis. Filmurin hevur júst havt frumframførslu í Berlin Festivalinum og har vóru áskoðarnir pillastill til sýningina av filminum.
Netflix hevur annars fingið kritikk kring allan heim, tí tey hava planir um at gera eina røð um Anders Breivik, ið fer at minna um røðina Manhunt: Unabomber, har FBI royndi at fanga terroristin Ted Kaczynski.
JáH (y) 20.02.2018