Sjálvt um rættarsakin bert vardi í 4 dagar, so hevur tað kostað Noregi nógvar pengar, tí alt skuldi flytast um og øll fólkini máttu tryggjast fyri møguligum álopið.
Breivik fekk ikki viðhald í hansara sak ímóti Noregi, har hann vildi vera við til, at hann livdi undir ómenniskjaligum korum í fongslinum. Og tað varð kanska heldur ikki undarligt, at svaki maðurin ikki fekk viðhald, tá ið hann gjørdi tvær ferðir Nazi heilsarnir undir sakini.
Sakførarin hjá Breivik, Øystein Storrvik sigur, at hann fyrr hevur vunnið sakir til Stasbourg (Mannarættindadómstólurin í Evropa) og har kann Noregi so fáa peningin afturgoldnan, um teir nú sluppu víðari við Breivik sakini og vunnið sakina.
JáH (y) 22.03.2016