Sjálvur sigur Pálmason, at hann filmar til individ og ikki til alla verðina og at hann ikki ger film til eina ávísa fjøld.
Vinterbrødre er einans sæddur av áleið 10.000 fólkum í Danmark og kostaði áleið 6,5 milliónir at gera.
Filmurin vann tó Bodil prísin fyri besta film, sum er ein prísur til góðar danskar filmar, sum Danmark hevur givið síðan 1948. Bodil prísurin fer sikkurt at gera tað, at filmurin fer at fáa meiri viðurkenning - enn hann annars hevur fingið higartil.
Men hetta er heilt sikkurt ein filmur, sum er verdur at hyggja eftir - tí hetta er ein sera intensur filmur, sum viðgerð okkum menniskjur í pressaðum støðum.
JáH (y) 18.03.2018