Eitt fosturheim er ein familja, sum hevur børn og ung búgvandi hjá sær til fosturs. Meðan barnið er til fosturs, fylgja barnaverndartænastan og fosturforeldraskipanin við støðuni og vitja í fosturheiminum.
Talan kann eisini verða um at hava børn til umlættingar í styttri tíðarskeið, eitt nú í vikuskiftum. Endamálið við umlætting er at veita foreldrum, sum vanliga hava eitt gott samband við barnið, men sum ikki hava orku til at ansa barninum alla tíðina, umlætting.
Tá tit gerast fosturforeldur
• geva tit einum barni umsorgan og tryggleika, og lata heimið upp fyri tí,
• gera tit tykkara egna gerandisdag ríkari,
• kunnu tit gleðast um, at síggja eitt barn vaksa og menna seg.
Setið tykkum í samband við Barnaverndarstovuna, tlf. nr. 302480, so kunnu vit práta nærri. Ella send ein teldupost til bvs@bvs.fo.
Barnaverndarstova Føroya
www.bvs.fo
JáH (y) 05.07.2016
Kelda: Klaksvíkar Kommuna