NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

G! ​Altjóða festivalmatur við føroyskum íkasti á G!

3/7/2016

Comments

 
Billede
Á ársins G! Festivali 14. til 16. juli bjóðar festivalurin eina spildurnýggja matskrá, sum gevur mettuna, hitar kropnar kroppar og veitir orku allan festivalin á tamb.

ársins G! Festivali fáa festivalgestirnir eina matskrá, sum stendur mát við tónleikaligu og mentanarligu upplivingina á G! Festivalinum.

Tóku atfinningarnar í álvara

G! festivalurin fekk nógvar atfinningar frá festivalfólkinum fyri matskránna í fjør og beinanvegin aftaná festivalin varð farið undir at menna nýggju matskránna. G! Festivalurin setti seg í samband við Gist og Vist, sum veitir matin, fyri at seta saman eina nýggja, nýhugsandi, altjóða og tó heimliga matskrá.

Nógv fólk koma saman á G! festivalinum, so avbjóðingarnar eru nógvar hjá teimum, sum skulu fóðra teimum túsundatals tónleikafjepparunum. Tað er avgerandi, at maturin er av góðari góðsku, at hann hitar kroppin, hann er orkuríkur og hann smakkar væl!

Íblásturin til uppskotið frá G! var altjóða heitið Street Food, sum júst trýstir á allar teir røttu knapparnar. Gist&Vist grundaði yvir uppskotið frá G! Festivalinum í nakrar mánaðir og sigast má, at teir eru komnir við einari festivalmatskrá, sum stendur mát uppá allar mátar. Til fyrstu royndarsmakkingarnar varð borðreitt við indiskum høsnarunga, meksikanskum chili, fisk og kips og taco við føroyskum lambskjøti.

Umframt matskránna frá Gist&Vist, so fáast eisini føroyskir bestubitar í Hoyggjhúsinum, har kórið Eystanljóð aftur í ár selir eitt nú drýl við skerpikjøti og rullupylsu, turran fisk og turra grind við spiki.

Samanumtikið leggur G! Festivalurin seg eftir at kela fyri oyrunum, fjálga um eyguni og veita orku og kærleika í búkin.

- Matskráin á G! gevir øllum møguleika fyri at fáa sær góðan, sunnan, heitan, stimbrandi og vælsmakkandi mat fyri ein rímiligan penga, sigur Fred Ruddick, tónleikasamskipari í G! Festivalinum.

G! Festivalurin

Kelda: www.gfestivalurin.com

​SáH

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.