NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Barnasøga: Huldusteinurin sum keddi seg

18/4/2016

Comments

 
Billede
Ein barnasøga, sum eg havi teknað, sett saman og gjørt til ein lítlan film, sum saktans kann vísast til børn í øllum aldri.

Vónandi fara tit at elska henda lítla film, sum eg havi gjørt. Sjá filmin niðanfyri:

JáH (y) 18.04.2016

Comments

Skemt: Guð er ein Boppu Maður!

18/4/2016

Comments

 
Comments

Er tað ikki bara ein ringur á fingurin ?!?

17/4/2016

Comments

 
Billede
Tá ið eg giftist tann 03.08.2013, so varð tað í Fuglafjarða Kirkju og tá hevði eg valt mær mín lívs maka. Vit søgdu bæði ja, og fingu vælsignilsi av presti. Og so vóru vit maður og kvinna.

Men tað er nú ikki júst so einfalt og heldur ikki nakað, sum tey Samkyndu hava spurt um. Nevniliga at sleppa at vera vígd í einari kirkju í Føroyum. Tey vilja einans sleppa at giftast, so at tey fáa somu rættindi, sum eg so mangan, taki fyri givið. Og so spyrja tey ikki eingong um at sleppa at vera vígd í einari kirkju - men heldur um at vera Borgarliga Vígd, tí tey vita sum er, at tey sleppa nokk ongatíð í Føroyum, fáa sama upplivilsi, sum eg fekk tann 03.08.2013 og vera vígd í einari kirkju.

Tí kann tað eisini vera ein sera stórir biti hjá mær at svølgja, tá ið eg hoyri onnur fortelja frá, at Tey Samkyndu als ikki skula fáa somu rættindi sum eg havi fingið fyri onki. Tað burdi ikki verið (men tað er) ein trupuleiki, at eitt Samkynt Par fekk loyvi at koyra ein ringur á fingurin, well ..? Í mínari verð, so skuldu Tey Samkyndu sjálvandi fingið møguleikan at gift seg og enn eina ferð, skal eg sláa fast, at tey vilja ikki eingong giftast í einari Kirkju - men einans hava somu rættindi sum eg og fáa ein ringur um fingurin.

So er tað kanska orðið Hjúnarbands-lógin, sum skilur okkum at ..? Tí eitt hjúnarband er bert ímillum manni og kvinnu, right ..? Nei, soleiðis er tað heldur ikki skrúva saman, folkens - tí soleiðis verður skriva um Hjúnaband: hjúnalag, gifta, ganga saman í hjúnaband el. knýta hjúnaband giftast; standa í hjúnabandi vera giftur osv. Ergo so merkir Hjúnaband, at ein er giftur og tað stendur ikki víðari (enn í Bíblini) at tað SKAL vera ímillum mann og kvinnu. Um vit hyggja vekk frá Bíbliuni eina løtu, so merkir tað ikki at pør sum ikki eru gift eru í Hjúnabandi - men hinvegin, so merkir tað at Pør sum ERU gift, eru í Hjúnabandi. Og tí kundi heilt stutt & greitt verið skrivað: Hjúnaband = Gift/ur, isje sannheit ..?

Kanska er tað bert tað bleyta í mær, sum skipar til, at eg meti, at vit ØLL eiga somu rættindi her í Føroyum - ella er tað kanska rættvísi mær leingist eftir ..? Í øllum førum, so haldi eg (og hetta er MÍN meining) at Samkynd eiga & skula fáa møguleikan at vera Borgarliga Vígd í Føroyum. 

JáH (y) 17.04.2016

Comments

Hvat hendi við Hjúnarbandslógini ?!?

17/4/2016

Comments

 
Billede
Samgongan í tvíningum og Kirkjan sigur: Korta NEI !!!

Samgongan er í tvíningum, kunna vit vælsaktans siga av hesum málið og fleiri í Samgonguni, sum vóru so rúkandi einig í, at samkynd skuldu sleppa fáa Borgarligu Vígslu - hava nú drigið í land.

Spurningurin hevur nú flutt seg soleiðis, at tey Samkyndu nú skula giftast í kirkjuni og ikki vera Borgarliga Vígd, sum talað annars varð um áðrenn. Hví er hetta ein so innviklaður spurningur ..? Og fer at henda, um nú hetta mál ikki røkkir longur enn hvat tað hevur gjørt ..? Eitt er so púra greitt og tað er, at kemur málið ikki ígjøgnum hesaferð hjá Samgonguni, so kann roknast við, at samkynd ongantíð sleppa at gifta seg í Føroyum.

Tað Andaliga hevur ORÐIÐ:


Jógvan Fríðriksson, biskupur hevur meldað út, at kirkjan ikki fer at standa inn fyri, at samkynd vera vígd í kirkjuni. Sjá svar frá Biskupi HER og kjak á KVF HER.


Billede
Og tað er ikki bert Samgongan sum stendur til at bresta, tí sambart formanninum, Símun P. Jacobsen í Kirkjuligu Heimamissiónini, so skal heldur ikki nógv til, at korthúsið hjá kirkjuni eisini dettur niður.

- Taka vit bara hendan síðsta mánaðan, so er tann grønlendska og norska fólkakirkjan eisini falnar. Tað er sum um at tann føroyska fólkakirkjan er tann síðsti brikkurin sum stendur og vaklar, segði Símun P. Jacobsen í sendingina Surk í Kringvarpinum í gjár. Les meira HER.

Men varð tað nú upprunaliga Kirkjan, sum skuldi víga tey Samkyndu ..? Hví hevur málið flutt seg somikið nógv, at tað nú er enda í hendrunum prestum og biskupi ..?

Billede
Kanska varð tað bara Heðin, sum trekti í land ?!?

Okkurt skal barnið eita - og hví ikki bara tveita skyldina inn á Løgtingslimin og Borgarstjóran Heðin Mortense, sum undir 2. viðgerð av málinum - heldur vildi hava tað soleiðis, at orðingini hjá kvinnunum, sum upprunaliga høvdu við sær á Ting, at tann orðingi varð eitt sindur øðrvísi, so at Samkynd ikki sluppu at gifta seg í Kirkjuni. Síðani hava fleiri og fleiri sett spurningartekin við grein 14, stk. 2 - sum kann ljóða soleiðis, at Kirkjan verður noydd at gifta Samkynd, um tey vera spurd til tess. Men er tað veruliga so einfalt, at ein einkultir Tinglimur skal fáa skyldina yvir, at 2. viðgerð fekk tann enda, sum hon nú einaferð fekk ..? Ella liggur hetta uppskot ikki undir øðrum hørðum trýsti ..?

Billede
Og nú hevur Sambandsflokkurin lagt upp eitt uppskot, sum vil hava eina serlóg fyri tey samkyndu:

- Neyðugt er eisini at virða tey, ið ikki vilja broyta hjúnabandslógina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen frá samdandsflokkinum

Sambandsflokkurin ætlar at leggja uppskot fyri løgtingið, so samkynd kunnu ganga saman í skrásett parlag. Á tann hátt ber til at sleppa undan broytingum í hjúnabandslógini, sum harður orðadráttur hevur verið um. LGBT hevur víst aftur uppskotinum um at gera serlóg fyri samkynd.

Trupult at fáa uppskotið fyri løgtingið

Tað hevur ikki eydnast Sambandsflokkinum at fáa neyðugu undirtøkuna fyri at leggja uppskotið fram. Freistin at leggja uppskot fyri tingið í hesi tingsetuni var úti 7. mars, og tí skulu 17 undirskriftir til fyri at uppskotið kann vera lagt fram, eftir at freistin er farin.
Andstøðan telur bara 16 tingfólk, men eingin í samgonguni hevur higartil skrivað undir, og tí vantar framvegis ein undirskrift í, áðrenn uppskotið kann verða lagt fyri tingið.

Eg kann kanska enda hesa grein við, at eg slett ikki skilji hví málið hevur fingið slíka vend. Mær vitandi, so varð tað meiningin, at tey Samkyndu slett ikki vildu giftast í Kirkjuni, men einans kravdi at fáa somu rættindi sum vit onnur og harvið møguleikan at blíva gift og í hesum førið vildu tey also vera Borgarliga Vígd og als ikki gift í einari kirkju. Kanska tað varð orðingin Hjúnarbands-lógin, sum fekk pissi í kók hjá flest føroyingum, men tað hevur so í hvørtfall fingið eina heilt ávorliga skeiva vend.

JáH (y) 17.04.2016

Comments

Kimmurin blívur við at skjóta rakettir upp!

16/4/2016

Comments

 
Billede
Leiðarin úr Norður-Korea, Kim Jong Un blívur við at skjóta rakettir upp og aftur í dag hevur Kimmurin skotið eina rakett upp, sum tó miseydnaðist.

FN fordømir hansara handling og onnur lond vilja ikki tað, at Norður-Korea skal blíva við at útvikla seg innan rakettteknologi.

Men tað skítur Kimmurin á - og miseydnaða rakettin, sum skotið bleiv upp í dag - varð tí, at ævigi forsetin Kim Il-sung hevði føðingardag. Kim hevur eisini boða frá, at fyrsta land, sum leggur á Norður-Korea fær eina atom-bumbu sendandi á teirra land. Og tískil so eru lond sera varin við at leypa á Norður-Korea, tí tey vita milt sagt ikki - hvat Kimmurin kann finna uppá.

JáH (y) 16.04.2016

Comments

Herurin úr Afganistan varð til reiðar!

16/4/2016

Comments

 
Billede
Herurin úr Afganistan veit at siga frá, at limir úr Taliban byrjaðu at leypa á teirra trygdarlið tíðliga fríggjamorgun.

Skotbardagin í Kunduz hevur verið villur, tí 50 limur úr Taliban hava latið lív, ímeðan herurin "einans" misti 6 menn úr trygdarliðnum og 6 fingu skaða. Hinvegin so hava yvir 60 limir úr Taliban eisini fingið skaða, sjálvt um at tað varð Taliban, sum leyp á herin.

Herurin úr Afganistan hevur verið til reiðar, tí leiðarnir úr Taliban eru fyrr komnir við hóttarnir um, at teir hava planir um at leggja á teir. Skotbardagin í Kunduz, Afganistan er annars ikki av enn, veit NTB at siga frá.

JáH (y) 16.04.2016

Comments

Drotning Margretha 76 ár í dag!

16/4/2016

Comments

 
Billede
Okkara Drotning Margretha fyllir 76 ár í dag, og vit muga jú kallað tað fyri okkara Drotning, tá ið vit jú eru ein partur av Danmark, isje sannheit ..?

Vit á Norðoya Portali ynskja Drotningini hjartaliga tillukku við føðingardegnum og góðan byr framyvir.

JáH (y) 16.04.2016

Comments

Norðoya Portalurin: Rætt í órætt!

16/4/2016

Comments

 
Billede
Nógv vitjaði Portalurin (www.portal.fo) riggaði ikki í eina góða løtu ígjár, men tað varð ikki vegna umleggingar, sum onkur fortaldi okkum frá, men hinvegin so varð tað vegna tekniskar trupuleikar, at Portalurin ikki riggaði.

Sverri Eghold frá Portalinum skrivaði soleiðis á okkara vanga ígjár: "Tað vóru ikki tekniskar umleggingar, sum høvdu við sær, at Portalurin ikki riggaði í kvøld. Hinvegin vóru tekniskir trupulleikar og teir tóktust ongan enda at fáa. Nú koyrir aftur, tíbetur. Teknisku umleggingarnar eru fluttar fram til náttina til sunnudag."

So skuldi tað verið uppá pláss, folkens og sum sagt, so fara teir at arbeiða uppá Portalin og tá fer Portalurin nokk at liggja stillur í eina stund ella tvær.


JáH (y) 16.04.2016

Comments

Portalurin riggar ikki í løtuni ..!

15/4/2016

Comments

 
Billede
Kl. 20:46: Heimasíðan Portalurin riggar ikki í løtuni og spurningurin er um, Portalurin hevur tekniskar trupuleikar ella um Portalurin enn eina ferð er blivin hackaður.

Portalurin www.portal.fo man vera ein tann mest vitjaði portalurin í Føroyum og tískil er tað sera óheppi, at portalurin ikki riggar, sum hann skal í tí allerbestu senditíð - nevniliga aftaná Gekkin, sum teir hava verið so drúgvir at skrivað um.

JáH (y) 15.04.2016

Comments

So fór Gekkurin endiliga!

15/4/2016

Comments

 
Billede
Gekkaspælið hjá KVF sáð út til ongan enda at fáa og nú varð Gekkurin komin uppá 2,4 milliónir.

Petur Hansen úr Kvívík fekk fulla plátu og valdi at koyra pengarnir í tann Gula leypin, og endaði á 10.000 x 10, sum gav 100.000,00 kr - men hann valdi at fara víðari og endaði næstu ferð hann á tí Gula Gekkinum og endaði við at vera ein milliónær.

Næstu ferð verður tað so tann vanligi Gekkurin aftur - og er á 100.000,00 kr.
​
JáH (y) 15.04.2016

Comments
<<Previous
Forward>>

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.