Tilráðingin skal nú hava eina gjøgnumgongd á einum hægri stigi, veit NTB at siga frá.
JáH (y) 15.04.2016
Ein náðisnevnd í Kaliforna vil hava tað soleiðis, at ein fyrrverandi tilhangari av Charlis Manson, Leslie Van Houten, verður leyslatin - 40 ár eftir, at hon fór í fongsul fyri at hava luttikið í drápinum á einum parið. Tilráðingin skal nú hava eina gjøgnumgongd á einum hægri stigi, veit NTB at siga frá. JáH (y) 15.04.2016 Samantha Fox fyllir 50 ár í dag - og hevur henda songkvinna heldur sær bara væl, nú hon er fylt 50 og vit kanska best kenna hana, sum eitt sex-symbol í 80'inum, har hon sang sangir sosum: Touch Me og Nothing's Gonna Stop Me Now - sjá bara mynd av henni niðanfyri. Annars so varð Samantha Fox á Votbotni síðsta ár og har tað fleiri, sum vóru vitni til skuffandi upplivilsi - tí hon rokkaði absalutt ikki á pallinum, vildu summi vera við til. Vit á Norðoya Portali ynskja henni tó hjartaliga tillukku við teim 50. JáH (y) 15.04.2016 Unga Emma Holten varð út fyri, at eks. sjeikurin hjá henni legði naknar myndir av henni út á alnótina. Hon tók síðan kampin upp sjálv við eks. sjeikin og legði myndir av sær sjálvari út á netið - har hon er nakin. Og grundgevingin hjá henni varð (og er), at tað er íordan at leggja myndir av sær sjálvari út á netið, men absalutt ikki íordan at onnur leggja nakin myndir av tær út - uttan at tú hevur givið teim loyvið til tess. Søgan um Emmu er farin verðina runt og kann ein lesa & hoyra hana greiða frá - hví hon fór í holt við hetta arbeiði fyri kvinnur, sum eru vorðnar offur fyri Hevndarporno verðina runt. Vit á Norðoya Portali hava funnið eitt klipp - har hon greiðir frá sínari søgu í Ted Talks. Emma Holten verður at hoyra í Perluni ímorgin kl. 19.30, har hon kemur at greiða nærri um - hvat hon hevur verið út fyri og hvat hon nú berjist fyri. JáH (y) 15.04.2016 You can always try and this time I have asked a couple of questions to Sea Shepherd, but I really don't think, that they will answer them ... Hi Sea Shepherd, As you already know - the faroese government have made a new Whale Law, that keeps Sea Shepherd ship out of faroese waters and also Sea Shepherd landcrews. And I would like to know a couple of questions from you guy's ... 1. Why do you keep telling the world, that the Faroe Islands are evil ..? The people from Faroe Islands are a peaceful nation and all we do - is to harvest some sustainable Pilot Whales a year. 2. What is Sea Shepherd going to do - now you can NOT come to faroese waters ..? 3. Why are Sea Shepherd telling the world the real numbers for the Pilot Whales ..? 4. Is Sea Shepherd OK with, that some of your supporters post DEATH THREATHS against other people ..? 5. Is a whales life more worth to you - than a humans life ..? 6. Do you really agree on everything Paul Watson says and does ..? 7. Denmark and Faroe Islands aren't the same country ... you know that, right ..? 8. What is the differnce harvesting a sustainable COW and a sustainable whale ..? 9. Some people say, that faroese people should THANK Sea Shepherd for coming to Faroe Islands in 2014/2015, because NOW everybody wants to harvest the whale ... sort of like a protest to Sea Shepherd - what is your response to that ..? 10. We have a long history harvesting Pilot Whales and the data tells us, that there are about 1,4 million Pilot Whales left in the world. And we only harvest about 800 a year ... why aren't you telling the world that ..? Kind regards Jógvan á Høvdanum (junior) - reporter on www.nordportal.net PS: It is possible, that I arrange a public meeting between me and Mr. Watson ..? If not in public - then maybe in a Skype interview - one on one ..? People from Sea Shepherd are no longer welcome to Faroe Islands and thus they can't interfere with the whale harvest in the Faroe Islands this year or other years to come. And they are NOT happy about that at all ... The Sea Shepherd supporters have no problem comparing ISIS to faroese people and further notice have no problem killing a whaler ..? Then how can you then talk some sence to these people - these socalled Sea Shepherd supporters ..? The people from Faroe Islands should ALL die - just because we harvest a few sustainable Pilot Whales a year ..? And is it any wonder, that the peaceful nation of Faroe Islands have built up this law ..? We are dealing with sick, deranged and dangerous people that would'nt mind sink whaling-ships to save whales and kill innocent people in the progress. Just to show - how SICK those S.S. supporters are - we have some of their comments on us and the whale-harvest on the slideshow below (there are even some death threats to the faroese people): JáH (junior) 14.04.2016 Árið 2015 varð metár fyri biografarnar uppá heimsplan. Atgonguseðlar vóru seldir fyri góðar 250 milliardir og tað er ein økt søla uppá gott 5,2 prosent og her er tað serliga Kina, sum eigur munin. Men tað vóru eisini sera nógvir góðir filmar framleiddir í Hollywood í 2015 - og har kann so nevnast Mad Max Fury Road, sum enntá vann ein Oscar og tað er sera sjálvtsamt, tí er talan um ein ráðan action film. JáH (y) 13.04.2016 Sea Shepherd ships are not welcome ever again in faroese waters and so can be said, when you talk about Sea Shepherd landcrew. The new faroese law is in the making and it's going to make it impossible for Sea Shepherd to interfere with the faroese Whale harvest - and thus, the faroese people can live in peace & harmony once more. Full faroese article on the matter below: Jógvan á Høvdanum (junior) 13.04.2016 Umsett til føroyskt: Sea Shepherd skip eru ikki vælkomin á føroyskt sjóøkið og soleiðis verður tað eisini við Sea Shepherd stuðul á landi. Nýggja føroyska lógin er í ger og fer at ger tað ómøguligt hjá Sea Shepherd at órógva grindadráp í framtíðini og soleiðis endaði tað við at føroyingar enn eina ferð livdu í frið og harmoni. Landsstýrið vil forða fyri, at atgerðarfólk av órøttum koma inn í landið og skip leggja upp í grindadráp Landsstýrið fer at seta fyriskipanir í verk, sum skulu forða fyri, at skip leggja upp í grindadráp, og at atgerðarfólk av órøttum sleppa inn í landið. Kunngerð verður lýst, ið gevur Sjóvinnustýrinum heimild at geva skipum forboð at koma inn í føroyskt sjóøki. Um forboð verður givið, fáa avvarðandi myndugleikar í flaggstatinum, har skipið er skrásett, fráboðan um forboðið. Landsstýrið fer eisini at tryggja, at útlendingalóggávan verður handhevjað til fulnar og eftirlitið hert, so atgerðarfólk ikki av órøttum sleppa inn í landi. Kunngerð um sigling í sjóøkinum Kunngerðin um sigling í sjóøkinum gevur Sjóvinnustýrinum heimild at geva skipi undir fremmandum flaggi forboð um at koma inn í innara sjóøkið, um mett verður, at skipið er til vanda fyri trygdina á sjónum, eitt nú í samband við grindarakstur. Eitt slíkt forboð fevnir somuleiðis um smærri bátar, ið eru knýttir at skipinum. Eftir § 31 í løgtingslóg um trygd á sjónum hevur landsstýrismaðurin heimild til at geva almenn og ítøkilig boð, til tess at tryggja fría skipaferðslu og fyribyrgja óskili og vanda á sjónum. Um neyðugt kann forboðið víðkast til at fevna um ytra sjóøkið. Innara sjóøkið er økið landmegin grundlinjuna, og ytra sjóøkið er økið frá grundlinjuni út á 12 fjórðingar. Undantak frá forboðnum er, um skip í neyðstøðu koma inn í sjóøkið. Útlendingalóggávan Sambært reglunum á útlendingaøkinum kunnu avvarðandi myndugleikar sýta útlendingum ella taka frá teimum innferðarloyvi, um hesir verða mettir at vera til vanda fyri lóg og landaskil. Harumframt ásetur útlendingalógin, at útlendingar skulu hava arbeiðsloyvi fyri at átaka sær arbeiði her í landinum, eisini um talan er um ólønt arbeiði. Landsstýrið metir at í summum førum kann virksemið hjá atgerðarfólki, sum koma til landið at mótmæla grindadrápi, roknast sum arbeiði. Landsstýrið hevur tikið málið upp við danskar myndugleikar, sum varða av passeftirlitinum. Hetta fyri at ansa eftir, at reglurnar á útlendingaøkinum verða handhevjaðar til fulnar og eftirlitið hert, so forðað verður fyri, at atgerðarfólk av órøttum sleppa inn í landi. - Landsstýrið hvørki kann ella fer at forða fólki at nýta rættin at mótmæla. Men mótmælisfólk skulu halda seg innan fyri lógarinnar karmar, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. - Skip við atgerðarfólki hava lagt upp í grindadráp og elvt til vandastøður. Tískil er neyðugt, at myndugleikarnir fáa víðkaðar heimildir at nokta skipum atgongd til føroyskt sjóøki, um skipini kunnu verða til vanda fyri trygdina á sjónum. Uttanríkis- og Vinnumálaráðið 13.04.2016 Sum nakað nýtt, so fer undirritaði at teknað tekningar til gomul søgn úr Føroyum, so at tað verður eitt sindur festligari hjá tykkum at lesa og samstundis, so fara tit eisini at læra eitt sindur meira um søguna hjá okkum føroyingum. Niðanfyri standandi tekstur er úr eini søgn, tá ið Føroyar vóru hungursrakt: Les eisini: Føroyskar Sagnir: Purkhúsið og Føroyskar Sagnir: Nóa ark Um ta stóru hungursneyðina í Føroyum 1808—09 skrivaði skansakommandanturin, amtmaður Løbner, (tann fyrsti í Føroyum) til rentukamarið í Keypmannahavn. Eg skal, áðrenn eg lati hansara bræv tosa, bert flyta fram nakað lítið um hetta, soleiðis sum eg havi hoyrt tað frá fólki. Søgnin sigur, og eg havi hoyrt tað frá ymsum hornum, at standurin var so ringur eitt mundi, at gamlir kíkar og homlubond vóru bloytt, kókað og etin; við tarabløðum í munninum lá fólk deytt her og har niðri í fjøruni. Júst meðan neyðin var størst, kom skiparin Svarrer við farmi til tann kgl. Handilin. Menn vistu, at hann var væntandi higar; men nú var longu so langt síðani, tað frættist, at hann var farin úr Keypmannahavn, at fryktandi var fyri, at hann ikki fór at koma fram. Stór var frøin um allar Føroyar, tá tað frættist, at nú var Svarrer komin. Í yngri árum varð sagt mær av mongum, sum høvdu tað eftir teimum, sum livdu í hungursárunum, at dagin fyri sum Svarrer kom, sat ein hálvbýttur drongur í Havn uppi á einum steini og ruggaði og kvað: „Fyrst kemur hindin, og so kemur grindin!" Skipið kom og grind kom stutt eftir. Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933 Teknað hevur: Jógvan á Høvdanum, yngri Kelda: Snar.fo |
Arkiv
April 2019
|