Hon ferð henda túrin við Pison og verður hon góðar tvær vikur vekk hesaferð - har hon testar manning umborð, mátar rull og ljóð og tá ið hon kemur heim aftur, so verða hesar mátingar settar saman soleiðis, at ein nágreiniliga fer at síggja hvussu sjómenn hava tað umborð á línubátum, garnabátum og smærri trolararum.
Um eg hyggi uppá myndina, sum hon er - so er konan hjá mær - tann einasta, sum hevur gjørt sítt PDH innan møðið hjá sjómonnum, sum sigla við smærri bátum og tað sigur mær ógvuliga nógv, tí tað er also ikki ein og hvør, sum setir seg føran fyri at gera slíkar kanningar, sum hon er farin í holt.
Hetta er nakað serstakt og serliga gott fyri bæði sjómenn og reiðarí, sum fara at síggja úrslit av kanningum hjá Annbjørg S. á Høvdanum í næstum og fer hetta heilt sikkurt at vera við til at betra um korini hjá sjómonnunum á teim smærru bátunum.
Eg fari at ynskja tær og manning umborð á Pison eina sera góðan túr, elskaða og má Guð vera hjá tykkum øllum umborð. Enn einaferð - eri stoltur av tær og elski teg.
Heilsan
Maður tín
Jógvan á Høvdanum (yngri) 21.02.2018