Um tú vilt heilt vís/ur í, at fáa eitt atgongumerki - so er at fara á www.atgongumerki.fo og keypa tær atgongumerki beinavegin. Men annars, so ber eisini til at keypa ein tíma undan sýning (um also atgongumerki enn eru eftir til ta tíð).
Les eisini: Guitaristarnir fær sera góð ummælir
Í kvøld kl. 18.00 eru tó nøkur atgongumerkir eftir - men sum sagt, so noyðist tú at skunda tær - um tú also vilt hava eina uppliving fyri lívið, tí hetta er also ein sjónleikur, sum hevur teg koyrandi í allar teir 85 minuttirnar sjónleikurin varar. Ria Tórgarð hevur leikstjórna og leikarar til leikin eru: Høgni Olsen, Jógvan á Høvdanum (y), Sára Skarðhamar og Eva Maria Brynhildardóttir Bláhamar.
Stutt stendur soleiðis skrivað um leikin: Leikurin tekur støði í, at vísusangarin og tólvtónakunstnarin John Hansen er deyður. Umhvørvið rundan um hann er í sjokk, og fýra trúðfastir fjepparar gera av at halda eina minniskonsert frammanfyri víðagitnu húsini hjá John.
NP 30.01.2016