Nú tú hevur títt hugskot, sum tú ætlar tær at teknað á eitt papír, so er bara at fara í gongd.
Her loysir tað seg at keypa eitt kvalitets-viskileður og ikki nakað bíligt bras, tí tey viskuleðurni kunna tá viska blekk-strikurnar vekk eisini.
Minst til at skannarin hjá tær er reinur, tá ið tú skannar myndina inn.
Í onkrum førið, so ger man myndina um til CMYK, um tú ætlar tær at t.d. selja myndina til eitt blað - men tað er sera sjálvdan, at ein yvirhøvir nýtist at brúka tað longur og spyrja bløðini um tað, so kann ein broyta hetta seinni, sum tó fer at broyta farvurnar eitt sindur av tekningini - men sum sagt - tað er sjálvdan at bløðini yvirhøvur spyrja um slíkt longur.
Trýst á rundingin í Photoshop sum liggur í Channels og eftir tað fer tú inn aftur á Layers og trýstur á pílin, sum tú vanliga brúka til sletta bókstavir við.
Tað er sera umráðandi, at tú ger hesa prosess rætta, tí um tú ikki ger tað, so fer tað oyðileggja restina av prosessini, sum krevst til at tú kanst seta fleiri farvur á tína tekning.
Í Photoshop trýstur tú á knøttin, sum eitur "Create a new layer = Skapa eitt nýtt lag"
Nú fer tú so yvir til málingaspannina og oysir hvítt útyvir tekningina og minst til at oysa hvítt útyvir Layer 1 og ikki Layer 0, tí tað er Layer 1 vit fara at arbeiða víðari við.
Og her eru ymiskir mátar at gera eina tekning uppá og til tað, so vil eg anbefala at tú brúka Youtube at leita við - tí sera nógvar video'ir liggja har inni, sum kunna hjálpa tær víðari við hesari prosess.
Eg vóni at eg havi lært tær okkurt um hvussu ein ger ella hvussu ein kann gera. Góðan teknihug víðari, tú ..!
JáH (y) 05-05-2016