Les eisini: Guitaristarnir fær sera góð ummælir
Ungi Guitaristarnir eru sjálvandi sera spentir uppá í kvøld og hevur hesin leikur líkasum tikið ØLL av bóli. Har er svart skemt, vakur guitarspæl og vakrar sangrøddir. Sjónleikurin varar í góðar 90 minuttir og tú keðir also ikki í eitt sekund. Her er skemt, gaman og álvara - alt blandað saman til eitt undirhald, sum fer í eina hægri eind.
Guitaristarnir spæla restina av vikuni út á Spaniastovu og roknast kann við, at onkrar av sýningunum vera útseldar heilt skjótt, so hevur tú ikki keypt atgongu-seðil enn, so at gera tað við at klikka á http://www.atgongumerki.fo/ beint nú.
NP 03.02.2016