Tað er nú 20 ár síðan Jim Carrey og Jeff Daniels spældu saman og tað sæst á teimum - men fyri tann part skuld, so duga teir báðir tveir sera væl, at spæla tveir tossar, sum uppliva bæði mangt & hvat í filminum Dumb and Dumber To.
Serliga stuttligt er tað, at síggja tær frálíku "slap-stick" sketchurnar, sum Farrely brøðurnir duga væl at seta saman - og tað dugdu brøðurnir so sanniliga eisini fyri 20 árum síðani. Filmurin Dumb and Dumber To fær 4 útav 6 stjørnum - tí eg meti sjálvur, at filmurin manglar ein ordiligan enda og luftin líkasum fer út úr ballónini eftir at hava hugt so og so leingi eftir filminum.
Eg fari tó ikki, at fortelja fyri tykkum, hvat filmurin snýr seg um - men elskaði tú Dumb & Dumber frá 1994 - so kanst tú róliga eisini fara og elska hendan frá 2014.
JáH (y) 14.12.2014