ANGLESEY, Wales, (UPI) -- Stjórin á einum skúla í Wales ringdi eftir løgregluni, eftir at hon fann útav tí, at næmingar høvdu planlagt at teir ikki vildu smílast til eina skúlamynd. Skúlastýrið hjá Wales hevur hoyring í løtuni grundað av hesum og mongum øðrum tingum. Men skúlastjórin Ann Hughes er ikki bert blivin meldað fyri hetta. Hon skal eisini hava kallað næmingar "dummar" og eisini skrætt eina uppgávu sundir av tí at næmingurin hevði stava sítt millumnavn skeivt. Hon skal eisini hava havt lyndi til, at favorittsera næmingar, sum hava Wales sum sítt móðurmál. Hoyringin av Ann Hughes er ikki liðug enn, men roknast kann við at skúlastjórin missur starvi og enntá skal gjalda endurgjald til næmingar fyri "tort & sviða". JáH (y) 06/03-14 Tíðin lekir ikki øll sár ..? Hevði tú gjørt tað liðugt við tín maka, um tú fann útav, at hann/hon hevði gjørt eitt síðuspring fyri 60 árum síðani ..? Í desember 2011 vildi ein 99 ára gamal maður úr Italia hava eina skilsmissu eftir at hava funnið útav, at hansara 96 ára gamla kona hevði skrivað til elskarin hjá henni í 1940'inum. Hesin skylnaður av einum parið er eisini heimsins elsti skylnaður. JáH (y) 03/03-14 |
Arkiv
April 2019
|