Pávin hevur ferðast Chile og Peru - har hann hevur deilt um sín ótta:
- Eg trúgvi, at vit nærkast endanum. Eg eri sera óttafullur um hetta og eitt "óheld" er nokk til at seta tað í gongd, segði Pávin við fjølmiðlarnir.
JáH (y) 16.01.2018
Francis Pávin, sum er tann 26. indi í røðini - óttast einum atomkríggi. Pávin hevur ferðast Chile og Peru - har hann hevur deilt um sín ótta: - Eg trúgvi, at vit nærkast endanum. Eg eri sera óttafullur um hetta og eitt "óheld" er nokk til at seta tað í gongd, segði Pávin við fjølmiðlarnir. JáH (y) 16.01.2018 Dótturin hjá tí heimskenda Michael Jackson (sála), Paris Jackson royndi herfyri, at hjálpa nøkrum fólkum, sum tumlaðu bil. - Eg stegðaði bilinum, tók tey uppí, gav teimum nýggjar sokkar at fara í. Fór á eina matstovu fyri at geva teimum matnað og hvat varð so takkarlønin..? Tann eina genta stjól mítt visakort og tey sluppu sær til rýmingar við tí, skeldar also 19 ára gamla Paris út á eini video í Instagram. Ótøkk er so sanniliga eisini heimsins løn og kanska er tað heldur ikki so smart, at taka ein og hvønn í tín bil - um vit líka hugsa okkum um hvør ein sjálvur er. Tí tað kann vera so skjótt, at ein verður útnyttaður. JáH (y) 14.01.2018 Kelda: People.com Orðaskifti hevur verið sera hart og hevur eisini ført við sær at Gyðja Johannesen hevur sagt upp á einum dagstovni í Havn - tí at hon føldi, at hon ikki varð nóg mikið vird av sínum arbeiði. Hoyr samrøðuna, sum KVF hevði við Gyðju HER Gyðja Johannesen segði eisini í samrøðuni við KVF, at tað vóru fleiri aðrir pedagogar, sum høvdu hug at siga upp, júst sum hon hevur gjørt. Hvat fyri avleiðingar alt hetta fer at fáa í framtíðini - er ilt at spáa um, men eyðsætt er tað, at hetta hevur tikið hart uppá fólkið og sjálvandi eisini uppá pedagogarnir sjálvar. JáH (y) 14.01.2018 Kelda: KVF Tíðindaskriv: 3-ára sáttmálasemja er í dag gjørd millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið. Talan er um eina fíggjarliga skynsama semju, ið heldur seg innanfyri avtalaða lønarkarmin á almenna arbeiðsmarknaðinum fyri komandi 2 árini, men røkkur hartil eitt ár longur við einum varligum lønarvøkstri fyri hetta árið. Semjan er grundað á semingsuppskot, ið varð lagt fyri partarnar eftir drúgvar samráðingar. Semjan inniber fylgjandi: Samlaði lønarvøksturin yvir 3 ár er 6,95%. Hetta svarar til 1,45% afturat tí 2-ára lønarkarmi, ið avtalað varð við størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum (Karmurin er íalt kr. 1.449 í mánaðarligari lønarhækking, sum svarar til uml. 5,5% samanlagt yvir 2 ár fyri limir hjá Pedagogfelagnum). Triðja árið svarar sostatt til umleið 1,45% í lønarvøkstri. Hartil verður eftirlønin hjá hjálparfólkum javnsett við eftirlønina hjá námsfrøðingum innan kommunala økið. Eftirlønargjaldið hækkar sostatt úr 10% upp í 12%. Hetta svarar til ein samlaðan kostnað á 0,8% av karminum yvir 3 ár. Eisini er avgjørt er, at tímalønt, sum í dag als onga eftirløn fáa, framyvir fáa eftirløn samsvarandi eftirlønarlógini, ið er 4% í 2018. Hetta svarar til ein samlaðan kostnað á 0,4% av samlaða karminum yvir 3 ár. 3-ára sáttmálatíðarskeið Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ynsktu at gera eina 2-ára avtalu innan tann lønarkarm, ið varð avtalaður við størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum í fjør. Men semingsuppskotið legði upp til heldur at gera eina 3-ára avtalu, við meirkostnaði á 1,45% lønarhækking fyri 3. árið. Við hesum heldur avtalan seg til avtalaða lønarkarmin fyrstu 2 árini, samstundis sum talan er um ein lágan lønarvøkstur 3. árið. Tí tóku Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eisini undir við semingsuppskotinum. Hjálparfólk Nýggja lønartalvan merkir, at hjálparfólk fáa samanlagt 1.200 kr. í lønarhækking yvir 3 ár. Hartil fáa hjálparfólk, ið hava verið meira enn 2 ár á endastigi, eitt nýtt endastig. Eisini hækkar eftirlønargjaldið hjá hjálparfólkum úr 10% upp í 12%. Hjálparfólk við hjálparfólkaútbúgving úr útlondum fáa hartil eitt eyka lønarstig í lønartalvuni. Partarnir hava eisini avtalað í felag at heita á Mentamálaráðið um, at kanna møguleikarnar fyri at fara undir at skipa eina útbúgving fyri hjálparfólk í Føroyum. Námsfrøðingar Nýggja lønartalvan merkir, at byrjunarlønin hjá námsfrøðingum hækkar samanlagt 1.300 kr. yvir 3 ár. Hesin lønarvøkstur veksur fyri hvørt stig, soleiðis at endalønin eftir 3 ár kemur upp á 33.063 kr. Vøksturin í endaløn er sostatt rindaður av samlaða lønarkarminum. Í 2019 styttist lønarstigin, soleiðis at farið verður úr 16 árum niður í 14 ár frá byrjunar- til endastig. Hartil er semja um, at virkast skal fyri, at skipa fleiri námsfrøðilig størv innan eldraøkið. Tórshavn, 14. januar 2018 Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið - Hetta árið, sum júst er byrjað, verður serliga merkt av strembanini eftir at gera verkætlanir lidnar og at gera Klaksvíkar kommunu vakrari og betri at búgva í, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Ársskiftið er altíð gott høvi at seta sær mál og gera status fyri ætlanir, og hetta ger seg eisini galdandi í býráðshøpi, har arbeitt verður við nógvum spennandi málum í øllum støddum. Fleiri verkætlanir eru gamlir kenningar, sum komandi tíðina skulu fylgjast til dyrnar, men harafturat verða eisini nýggj átøk sett í verk fyri at betra og styrkja um støðuna hjá kommununi. - Hetta komandi árið snýr seg fyrst og fremst um at halda fokus og syrgja fyri, at góða gongdin heldur fram. Stórar verkætlanir sum til dømis skúlabyggingin, rennibreytin og mentanarhúsið eru longu í gongd, og í teimum førunum ræður um at fylgja teimum tíðar- og arbeiðsætlanum, sum eru stungnar út í kortið. Harumframt nærkast vit mállinjuni við eitt nú íbúðarbygninginum á Biskupstorgi og sjóhitaskipanini, sum vit kunnu gleða okkum til at taka í nýtslu í vár, sigur Jógvan Skorheim. Les meira HER JáH (y) 10.01.2018 Kelda: Klaksvíkar Kommuna Undirritaði hevur bara meiri og meiri respekt fyri Klaksvíkar Kommunu - tí umframt, at ein kann fylgja "live" við hvørjum Býráðsfundi frá netinum, so kemur Klaksvíkar Kommuna eisini við einari uppdatering av - hvørjir Býráðslimir møta upp og ikki. Sjá hvør møtir upp ella hvør ikki møtir upp HER JáH (y) 10.01.2018 Kelda: Klaksvíkar Kommuna Tann strangasti sheriffurin í Amerika, 85 ára gamli Joe Arpaio, hevur planir um at stilla upp, so at hann kann vera ein tingmaður í Senatinum í Arizona, Amerika. Hetta vil Joe gera fyri sína Forseta, sum gav honum náði síðsta ár, so at hann slapp undan at enda í geglinum. Joe Arpaio hevur fleiri ferðir fingið klagur, tí at hann hevur verið ov strangur við sínar fangar, har Arpaio umber seg við tí, at hann hevur verið so strangur - soleiðis at fangarnir ikki vilja aftur í hansara fongsul. Ákærurnar ímóti honum hava verið at hann hevur nokta fangar 3 máltíðir um dagin, tvungið fangar at búð í telti undir bakandi sól og nokta fangum læknahjálp. JáH (y) 10.01.2018 Við seks fjøllum yvir 800 metrar er Kunoy í miðal Føroya hægsta oyggj. Landslagið er ógvusligt og sær óvinarligt út, men har er okkurt serligt hugtakandi yvir tí – her kennir tú teg veruliga lítlan, tá ið tú stendur framman fyri teimum grasvaksnu risunum. Norðast á Kunoy er Kunoyarnakkur, sum rísur steyrrættur 819 metrar upp úr Norðuratlantshavinum. Á Kunoyarnakka er ríkt fuglalív – lundi, rita, lomvigi og onnur fuglasløg búleikast har. Les meira HER JáH (y) 09.01.2018 Kelda: Visitfaroeislands.com Væl vitandi um, at fólk velja sær at renna í Kunoyar tunnil, tá ið tað regnar eitt sindur - so hevur Landsverk ikki eina skyldu yvir, at tað kann vera lívshættisligt at runnið ígjøgnum Kunoyar tunnil, sum annars er sera illa upplýstir. Tað er mangan, at ein verður sera kløkkur, tá ið ein koyrir ígjøgnum tunnilin - tí áðrenn ein veit av, so rennur eitt menniskja beint við síðurnar av bilinum hjá tær. Undirritaði gjørdi ikki mætari og spurdi Landsverk um spurningin, um tað veruliga varð so galið, at tað varð loyvið at renna ígjøgnum henda óupplýsta tunnil. - Hesin spurningurin hevur ofta verið viðgjørdur, av bæði okkum og politinum. Enn hevur tað ikki verið mett, at tað er neyðugt at seta forboð, men at fólk sjálvandi altíð mugu hugsa um umstøðurnar har tey ganga/renna/súkkla. Hatta varð so svarið, sum Landsverk gav undirritað og hesi boð vera sjálvandi givin til tey, sum velja at spæla hassard við lívinum hjá sær og taka kjansin við at renna ígjøgnum ein tunnil, sum mangan eisini verður møttur við tungari ferðslu. At spurningurin er oftað settur - man eisini vera tí, at fólk eru bangin fyri at ein skaði kann henda og tann spurningin eigur bæði Land og Løgregla taka í fullum álvara. JáH (y) 09.01.2018 Undirritaði sendi nakrar spurningar til Landsverk - nú P.B. Consult hevur saman við J & K Petersen arbeitt uppá Kunoyar tunnil í nakrar mánaðir. Tann eini spurningurin varð sjálvandi um tey ferðandi nú kundu rokna við, at tey sluppu at hoyra radio, ímeðan tey koyrdu ígjøgnum tunnilin. Her er so teirra svar: At fáa útvarpssignal í tunnilin er ikki partur av arbeiðinum, sum verður gjørt nú. Men vit eru vís í, at varð ein tunnil uppskræddur, soleiðis Kunoyar tunnil hevur verið í nakrar mánaðir, í t.d. Havnini og tann tunnilin í Havn manglaði radio - jamen so varð hesin trupuleikin fixaður ímeðan teir arbeiddu uppá tann tunnilin. Tað er vælsaktans ein spurningur - HVAR ein býr í Føroyum ..! JáH (y) 09.01.2018 |
Arkiv
April 2019
|