Mamma og pápi koyrdu síðan til Kunoyar, har eg beinavegin varð í ferð við at byggja eitt búrur til ungan og havi síðan roynt, at hjálpt unganum, sum ivaleyst hevur brotið beinini og annan veingin á veg niður úr tí stóra trænum á Jørundsgøtu.
Men higartil, so hevur tað bara gingist væl og havi eg fingið ungan at fingið trúnna aftur uppá lívið, tí ungin hevur etið úr míni hond og er byrjaður at flaksa - sjálvt um júst tann parturin ikki gongur eftir ætlan.
Eg fari so at gera mítt til, at krákuungin yvirlivur - sjálvt um vónirnar eru lítlar og dagens menu hjá unganum er: Feskt flak frá Gadus, breyð, havragrýn og sjálvt nokk av vatni. Vit á Norðoya Portali fara at halda tykkum "up to date" um sundurbrotni ungin yvirlivur ella ikki ..!
JáH (y) 02.07.2016