Hilmar Jan spældi sum vera man, alt møguligt slag av rollum og fekk hann eina allla fjøldina upp at kóka, men tey nýggju talentini innan komikk vóru so sanniliga eisini stuttligir. Og kvinnurnar (á myndini t.v.) hava so sanniliga eisini uppiborið eitt herðaklapp og vóru tær ógvuliga stuttligar - og dugdu sera væl, at spæla f. eks mannfólk og aðar rollur, sum vit ikki vilja avdúka her.
Allir sjónleikarar megnaðu seg sera væl á pallinum og høvdu tey fjøldina allatíðina við sær. Og sigast má, fjøldin hugnaði sær og viðmælast skal, at hetta Einastandandi showið má & skal upplivast - tí hetta er eitt show, sum er vert allar pengarnar - og vera sýningar eisini spældar í dag, so tað er skunda sær - keyp tær eina billett - far og hygg & flenn.
Sjá annars myndarøð niðanfyri:
JáH (y) 07.06.2015